Heystfagnaðurin á Eiði var um vikuskiftið, og í tí sambandi var árliga uppboðsølan eisini á skránni.
Seld vórðu 11 lambskrov, eitt innilamb, tríggir neytafjórðingar og ein veðrur, og innkomni peningurin skal nýtast til at menna Heystfagnaðin víðari.
Í nøkur ár hevur verið serliga spennandi at vita, hvussu nógv veðrurin mundi fara fyri, og hesaferð var einki undantak.
Tað hoyrdist upp undir tiltakið, at tveir bólkar av ungum monnum høvdu sligið seg saman og ætlaðu at bjóða um kapp fyri veðrin. Talan var um sokallaða Svanareiðrið á Eiði, og somuleiðis høvdu nakrir ungir norðoyingar eisini sligið seg saman at bjóða.
Sigast má at norðoyingarnir settu Eiðismennirnar so dyggiliga upp á pláss og endaðu við at keypa veðrin fyri heili kr. 36.500,00. Ungu norðoyingarnir høvdu reiðan pening við sær og goldu peningin á staðnum.