KÍ er favorittur hóast HB hevur vunnið tvær ferðir á KÍ í ár

Her eru oddsini upp á dystin KÍ-HB

Klokkan 18.30 í kvøld byrjar áttandapartsfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum KÍ og HB við Djúpumýru í Klaksvík.

 

HB hevur higartil vunnið tvær ferðir á KÍ hetta kappingarárið. 3-2 í stórsteypadystinum, og 1-0 á heimavølli í Gundadali.

 

Hóast hetta hevur KÍ eina lítla favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum. 

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til KÍ í vanligu leiktíðini eru 1,85.

 

Miðaloddsini upp á javnleik í vanligu leiktíðini eru 3,91.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til HB í vanligu leiktíðini eru 3,49.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##