KÍ er nú á bronsuplássinum

1. DEILD: EB/Streymur hevði ongan eykamann við til Klaksvíkar, har heimaliðið vann við 10 málum

Silas Gaard var tvífaldur málskjútti, og nú hevur hann skorað seks mál í 1. deild í ár

KÍ hevur av álvara fingið luft undir veingirnar nú fram ímóti kappingarenda. Í dag vann KÍ á heimavølli ímóti EB/Streymi. Hetta var fjórða ferðin á rað, at KÍ fór av vøllinum við fullari úrtøku. Sigurin ber við sær, at KÍ hevur 44 stig og undan síðsta umfari er á bronsuplássi við 44 stigum.

 

Fríggjadagin fer KÍ at seta punktum fyri hetta kappingarárið. Tað verður á útivølli ímóti HB.

 

Talan var í dag um øgiligt skrædl í Klaksvík. KÍ vann 10-0 ímóti EB/Streymi. Hetta er størsta skrædl higartil í ár í næstbestu deildini, og hetta er fyrsta ferðin í ár, at eitt lið hevur skorað tíggju mál.

 

Hálvleiksstøðan var 8-0. Silas Gaard, Tóki á Lógv og John Herman Fuglø skoraðu tvey mál í part, og hini málini skoraðu Kristian Svabo Eliasen, Dávid B. Andreasen og innskifti 17 ára gamli Benjamin Vilhelmsen, sum fyri fyrstu ferð yvirhøvur var málskjútti í 1. deild.

 

Tað er langt síðani greitt, at EB/Streymur fer at flyta niður. Nakað herfyri megnaði EB/Streymur ikki at manna lið at fara suður um Skopunarfjørð at spæla ímóti B71. Í dag gekk tað akkurát hjá EB/Streymi. Teir vóru ellivu á listanum og høvdu ongan spælara á beinkinum.

 

Síðsti dystur hjá EB/Streymi í næstbestu deildini á hesum sinni verður á heimavølli ímóti B68, sum eisini er flutt niður.

 

Silas Gaard var tvífaldur málskjútti, og nú hevur hann skorað seks mál í 1. deild í ár