Áki er á tveimum landsliðum

Tilveran í koyristóli forðar honum ikki í at gera tað, sum hann elskar. Hann er ítróttarglaður og kappingarsinnaður, og so er gaman í, at hann spælir bæði boccia og fótbólt. Tað, sum hann hevur avrikað í lívinum, vitnar um, at viljin er sera sterkur. Hetta speglast eisini aftur í ítróttaravrikum hansara í løtuni, har hann hevur úr at gera – og tað á hægsta stigi. Hann er nevniliga á landsliðnum í bæði koyristólafótbólti og boccia. Fyri tveimum vikum síðani vann hann silvur í DM í koyristólafótbólti og um vikuskiftið luttók hann í EM í boccia. Profilurin hesaferð er 32 ára gamli Áki Joensen úr Tórshavn

Áki Joensen gjørdist spastik­ari vegna trupulleikar undir føðingini og er rørslutarnaður, men uppvøkstur hevur hann fingið á sama hátt sum flest onnur. Hann hevur ging­ið í barnagarði, fólka­skúla og fekk summarið 2002 students­prógv í studenta­skúl­­anum í Hoydølum. Hann gjørdist ársins studentur hetta árið. Undir lesnaðinum fekk hann eisini koyrikort og egnan sergjørdan bil.
Áki flutti árið eftir til Dan­markar og er í dag búsitandi í Aalborg, har hann má sigast vera ítróttarmaður fulla tíð. Hann man vera ein av teim­um fáu, sum kann erpa sær av at vera á tveimum lands­lið­um í tveimum ymiskum ítróttar­greinum. Nevniliga koyristólafótbólti, har hann um­boðar Danmark, og boccia um­boðandi Føroyar.

Hevur verið til HM
Áki hevur altíð verið áhug­aður í fótbólti.
– Eg havi altíð viljað spælt fótbólt. Eg var altíð mál­mað­ur, tá ið vit spældu bólt í skúl­anum, men tá ið eg bleiv eldri spældi eg ikki longur. Tá ið eg kom til Danmarkar hoyrdi eg um, at ein kundi spæla koyri­stólafótbólt. Hetta mátti eg royna og havi spælt síðani 2004, sigur Áki, sum umvegis fótbólti í koyristóli hevur fingið mong góð minni – okk­urt skarar tó framúr.
– Vit spældu HM í 2007 í Japan. Tað var ein stór upp­living, sigur Áki, sum av lyndi er lívsjáttandi og ógvuliga smíl­andi.
Vøllurin í koyristóla­fót­bólti kann í mesta lagi vera 30 m langur og 18 m breiður. Fýra leikarar eru á hvørjum liði. Málmaðurin tekur van­liga lut í álopsspælinum og tað er ikki óvanligt, at hann eis­ini skjýtur mál. Mest loyvda ferðin hjá leikarunum er 10 km/t.

Silvur í DM
Áki spælir við koyristóla­fót­bóltsliðnum í Aalborg, sum kallast Aalborg Powersoccer. Teir venja hvønn mánadag, og einaferð um mánaðin eru teir til kapping. Fýra tey bestu liðini koma víðari til enda­spælið, og higar rukku Áki og liðfelagar hansara úr Aalborg Powersoccer.
Tað eydnaðist Áka og teim­um at spæla seg heilt fram til DM-finaluna, hetta umvegis ein 1-0-sigur ímóti Tjørring Dolphins í hálvfinaluni.
Í finaluni møttu teir Aarhus Rolling Devils, sum í nógv ár hevur myndað odd­an í koyristólafótbólti í Dan­mark. Vanliga leiktíðin end­aði við málleysum javn­leiki, men longda leiktíðin gjørd­ist endastøðin hjá Áka og teimum. Aarhus Rolling Devils skoraði í evstu løtu og kunnu tískil kalla seg dan­marks­meistarar, með­an Áki kann kalla seg silvur­vinn­ara.
– Vinnarin vann sær lut­tøku í Champions League, so tað var harmiligt, at vit ikki vunnu, sigur Áki um final­una.
Trívist við fótbóltin
Tað hevur eina góða ávirk­an á Áka, at hann spælir koyri­stólafótbólt. Vit spurdu hann, hvat hann fær burturúr.
– Tað er so nógv. Felags­skapur, spenningurin um hvussu tað fer at ganga og hvussu góð kenslan er at skjóta mál, sigur Áki.
Hann og liðfelagarnir venja einaferð um vikuna – hvørt mánakvøld.

EM í boccia
Kappingarárið í koyristóla­fótbólti er júst at enda komið, men Áki skuldi ikki bíða leingi eftir síni næstu avbjóðing. Hann hevur síðstu vikuna nevniliga verið í Portugal, har hann hevur luttikið í EM í boccia. Kappingin var í býnum Guimarães, har 135 spæl­arar frá 23 ymiskum londum kappaðust kappast um evropameistaraheitið. Lut­takara­talið var hitt mesta nakran­tíð.
Áki reyk út úr bólka­spæl­inum eftir at hava tapt báðar sínar dystir.
– Tað gekk ikki soleiðis sum eg hevði vónað. Eg eri vón­brotin, tí eg veit, at eg kann gera tað betri, segði Áki um kappingina.
Hann er nú afturkomin til Aalborg, har hann eitt nú fer at fyrireika seg til HM kom­andi ár. Enn er ikki greitt, hvar kappingin verður, men Suður­korea hevur nýliga bjóð­að seg til at vera vertur.