Tað var í dysti ímillum B36 og KÍ 21. juni í Gundadali, at Páll Klettskarð meiddi fótin hjá sær so illa, at sjúkrabilurin mátti koma eftir honum. Nú er greitt, at talan er um ein sera álvarsligan skaða.
Páll Klettskarð, ið hevur verið toppskjútti hjá KÍ seinastu trý kappingarárini spælir nevniliga ikki meira í ár. Viðgerðin til álvarsliga skaðan verður so drúgv, at tað ikki verður fyrr enn í 2016, at Páll Klettskarð aftur kann væntast at síggja í álopinum hjá KÍ. Hetta veit lokali miðilin í norðuroyggjum, Norðlýsið, at siga.
Sostatt kemur nógv at liggja á herðunum á Kenan Hajdarevic, ið er einasti veruligi áleyparin, sum KÍ hevur í hópinum, afturat Pálli Klettskarð.