Seinnapartin klokkan 17 verður annar dysturin í níggjunda umfarinum í Meistaradeildini hjá monnum leiktur á ovara vølli í Gundadali í Havn, har B36 tekur ímóti verandi meistarunum, KÍ.
R5 hjá Televarpinum vísir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Bæði liðini eru ósigraði aftaná átta tey fyrstu umførini. B36 hevur vunnið fimm dystir og hevur leikt tríggjar javnar. KÍ hevur vunnið fýra dystir og hevur leikt fýra javnar.
KÍ hevur favorittleiklutin hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til B36 liggja millum: 3,60 og 4,30.
Oddsini upp á javnleik liggja millum: 3,25 og 3,70.
Oddsini upp á útisigur til KÍ liggja millum: 1,68 og 1,84.
HER eru oddsini:
##med2##











