Seinastu tíðina hevur samband við millum B36-venjaran Tomislav Sivic og KÍ. Norðlýsið visti í gjár at siga, at talan hevur verið um, at Sivic skuldi koma til Klaksvíkar at spæla næsta ár. Talan var ikki um venjarastarv eisini, tí KÍ hevur langt síðani longt sáttmálan við venjaran Jóannes Jakobsen.
Heri Ellingsgaard, sum er starvsnevndarlimur í KÍ, váttar yvir fyri Norðlýsinum, at samband hevur verið millum KÍ og Sivic.
Men hetta samband endaði týsdagin, tá Sivic boðaði frá, at hann í løtuni ikki kundi koma til Klaksvíkar, sigur Heri Ellingsgaard við lokalblað norðoyinga.
Norðlýsið hevur frætt, at fundur skuldi týsdagin verða millum KÍ og Sivic, men hetta var av ongum, og blaðið heldur, at talan helst er um, at leiðslan í B36 hevur lagt uppí í evstu løtu.
At Útvarpið í gjár visti at siga, at tað nú umsíðir er komið uppá pláss, at Jákup Eli Olsen hjá B68 og Pól Thorsteinsson hjá VB næsta ár spæla við B36, hongur ivaleyst saman við at Sivic nú hevur sagt nei til KÍ.
B36 hevur mist nógvar spælarar síðani kappingarlok, og tað er eingin loyna, at hetta hevur dámt B36-venjaranum illa. Men nú tykist alt vera komið í rættlag aftur.