KÍ hevur kós úr kappingini

At Bodø/Glimt vann við trimum málum á heimavølli ber við sær, at møguleikin hjá KÍ at spæla seg víðari í kappingini er lítil og eingin

KÍ málverjin Mathias B. Rosenørn bjargaði fleiri ferðir í Bodø í kvøld

Tað er stórur munur á norskum og føroyskum fótbólti – landsliðsfótbólti og liðfótbólti. Tað sást væl í kvøld, tá ið klaksvíkingar í ársins fyrstu roynd í europeiskum høpi vóru gestir hjá Bodø/Glimt.

 

Í Bodø var heimaliðið greitt omaná. Heimamenninir vóru væl meiri á bóltinum, enn KÍ var, og tað var einki forgjørt í tí, at Bodø/Glimt vann 3-0. Stóri maðurin á Aspmyra graslíkisvøllinum var 21 ára gamli nigerianski álopsspælarin Victor Boniface, sum skoraði øll trý málini.

 

Hálvleiksstøðan var 2-0.

 

Eingin ivi er um tað, at heimaliðið var væl meiri á bóltinum, og at tað mesta gekk fyri seg á KÍ hálvuni og kring KÍ brotsteigin. Men tað er ikki undarligt, um KÍ spælararnir iðra seg um øll trý málini.

 

Tað fyrsta var eftir hornaspark úr vinstru og eitt sindur tilvildarligt aftur og fram. Tað fyrsta var eftir flatt innlegg úr høgru, sum málverjin átti at vart fyri, áðrenn bólturin rakk álopsspælaran, og tað triðja var við brotssparki, sum svenski dómarin bríkslaði fyri, tí bólturin tók í armin á Mads Bo Mikkelsen. Hetta kendist vera øgiliga harður dómur.

 

KÍ spælararnir arbeiddu støðugt og nógv, og tað var strevið støðugt at vera í verjustøðu. Í fyrra hálvleiki gekk illa at fáa skipað álopsspæl. Í seinna hálvleiki var tað eitt sindur frægari, og tá vann KÍ fleiri hornaspark, sum eingin úrtøka fekst úr.

 

Tá so Páll A. Klettskarð varð sendur avstað og royndi at renna seg leysan av tveimum mótstøðumonnum, varð hann skumpaður um koll, uttan at fríspark varð dømt.

 

Tølini siga, at heimaliðið vann 11 hornaspørk og KÍ 3, og heimaliðið hevði 11 royndir á KÍ málið, og KÍ hevði tríggjar royndir, uttan at klaksvíkingar á nakran hátt vóru í nánd at skora.

 

KÍ skal annan týsdag spæla á heimavølli ímóti Bodø/Glimt, sum næstan hevur tryggjað sær rættin at halda fram í meistarakappingini, meðan KÍ eftir øllum at døma fer at halda fram í Europa í Conference League kappingini.

 

 

 

Bodø/Glimt – KÍ 3-0 (2-0)

 

1-0: Victor Boniface 11.

 

2-0: Victor Boniface 31.

 

3-0: Victor Boniface br 58.

 

Dómarabólkur úr Svøríki: Mohammed Al-Hakim, Fredrik Klyver, Mahbod Beigi og Glenn Nyberg (4. dómari)

 

Bodø/Glimt: Nikita Haikin – Alfons Sampsted, Marius Høibråten, Brede Moe, Brice Wembangomo – Hugo Vetlesen, Elias Hagen, Ulrik Saltnes – Ola Solbakken, Victor Boniface, Amahl Pellegrino

 

KÍ: Mathias Rosenørn – René S. Joensen, Jesper Brinck, Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Claes Philip Kronberg (Anders Sølvsten Holvad, 73.), Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Mads Bo Mikkelsen – Jóannes Bjartalíð (Jóannes K. Danielsen, 92.), Páll A. Klettskarð (Árni Frederiksberg, 85.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Meinhardt P. Joensen, Geza Túri, Dávid B. Andreasen, Børge Petersen, Valerjis Sabala, Odmar Færø, Óli Eyðsteinsson Poulsen

 

Gult kort: Mads Bo Mikkelsen

 

KÍ málverjin Mathias B. Rosenørn bjargaði fleiri ferðir í Bodø í kvøld