Av tí, at BK Häcken eisini hevur graslíkið sum undirlag á Bravida leikvøllinum í Göteborg hevur hópurin í KÍ heldur valt at vera longri heima í Klaksvík hesaferð fyri at venja.
Fyrr í kvøld fór hópurin til KÍ til Keypmannahavnar, har teir fara at yvirnátta.
Í morgin gongur leiðin við bussi til Göteborg. Ein túrur sum fer at taka umleið fýra tímar.
Í annaðkvøld fer hópurin hjá KÍ at venja á Bravida leikvøllinum í Göteborg.
Dysturin á Bravida leikvøllinum í Hissingen í Göteborg verður leiktur mikukvøldið klokkan 18. Støðan í samlaðu uppgerðini er 0-0 frá fyrra dystinum við Djúpumýru í Klaksvík.
Vinnarin av samlaðu uppgerðini millum BK Häcken og KÍ møtir vinnaranum av uppgerðini millum Molde og HJK Helsinki í triðja umfarinum í Champions League undankappingini.
KVF vísir dystin í sjónvarpinum, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.