Um vikuskiftið var 17. umfar í bestu kvinnudeildini. Tó hava KÍ og B36 spælt 18 dystir, tí tey hava avgreitt dystin í 18. umfari, sum annars verður næsta vikuskifti. Tá sær skráin soleiðis út: leygardagin 9. september EBS/Skála – 07 Vestur og sunnudagin 10. september TB/FCS/Royn – NSÍ og HB – Víkingur.
KÍ fór í dag av landinum í Europa Cup ørindum. Nú fyrireikar meistaraliðið, sum framvegis eigur fulla úrtøku, seg til fyrra dystin í europeiska meistaraspælinum. Tann dysturin verður á Køge Stadion á Sjællandi mikudagin klokkan 14.30. Mótstøðuliðið verður Spartak Subotica úr Serbia. Mikukvøldið kl. 18.00 hittast HB Køge og KuPS Kuopio úr Finnlandi á sama vølli, og so verður seinni í vikuni spælt um fyrsta og triðja plássið.
Hjá KÍ kemur tað sera illa við, at miðvallarin og liðformaðurin Sanna Svarvadal er ikki før fyri at spæla. Tá ið EBS/Skála var í Klaksvík leygardagin 19. august, vann KÍ 5-0. Tá noyddist Sanna Svarvadal av vøllinum fýra minuttir eftir steðgin. Tá lúrdi stúranin, at Sanna var so mikið darvað av skaða, at hon ikki fór at verða før fyri at spæla í Europa Cup. Sanna hevur ikki verið á vøllinum síðani. Hon er við KÍ í Danmark, men liðbandsskaðin í knænum ber við sær, at hon ikki er før fyri at spæla.
Ein annar landsliðsspælari hjá KÍ er miðverjin Birita Ryan. Hon hevur verið skaðadarvað so mikið, at hon ikki var við í tveimum dystum. Leygardagin var hon á vøllinum í fyrra hálvleiki, tá ið KÍ var í Sørvági og vann 6-0. Tað verður vónað, at hon verður før fyri at spæla mikudagin.
Í Sørvági skoraði Maria Vinjardsdóttir Johansen tvey tey fyrstu málini. Hon hevur nú skorað fýra mál, síðani hon í vetur flutti úr NSÍ og til KÍ. Hon skoraði tvey 19. august á heimavølli ímóti EBS/Skála, og so skoraði hon tvey mál síðsta leygardag.
Grannauppgerð var í Sarpugerði, har NSÍ var gestur. Víkingur legði bragdliga fyri, og heimaliðið vann seg til fleiri góðar málmøguleikar. Inntil tað restaðu tveir minuttir av fyrra hálvleiki var tað málleyst. So skoraði NSÍ trý mál í tveir minuttir, og í seinna hálvleiki skoraði NSÍ fimm mál og vann 8-0. Heidi Sevdal skoraði trý mál og er ovast á máltindinum við 29 málum.´
Í Gundadali endaði grannauppgerðin 1-1. Tá ið ein tími var farin, varð HB undirmannað. Tveir minuttir seinni legði Elin Maria Isaksen HB á odda við frísparki úr stórari fjarstøðu, og HB helt tørn, inntil tað restaðu sjey minuttir. Tá javnaði B36. Málskjútti var innskifta Jasmon Darvishi, eftir at málverjin hálvbjargaði, tá ið Stefani Cabral royndi seg við frísparki.
Við Margáir hittust tvey tey niðastu. EBS/Skála vann 2-1 ímóti TB/FCS/Royn. Øll málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki.
Víkingur – NSÍ 0-8 (0-3)
0-1: Sigrid Jacobsen 43.
0-2: Jonnhild á Sondum 44.
0-3: Sjálvmál 45.
0-4: Rutt Gregersen 65.
0-5: Heidi Sevdal 72.
0-6: Lena Olsen 78.
0-7: Heidi Sevdal 81.
0-8: Heidi Sevdal 91.+
EBS/Skála – TB 2-1 (2-1)
1-0: Alda Petersen 7.
1-1: Tórunn Klakkstein Vilhelm 28.
2-1: Sólja Ernstdóttir 39.
07 Vestur – KÍ 0-6 (0-3)
0-1: Maria V. Johansen 23.
0-2: Maria V. Johansen 32.
0-3: Malena Olsen 40.
0-4: Tórunn H. Joensen 50.
0-5: Eyðvør Klakstein 63.
0-6: Durita Hummeland 75.
B36 – HB 1-1 (0-0)
0-1: Elin Maria Isaksen 62.
1-1: Jasmin Darvishi 83.
KÍ | 18 | 18 | 0 | 0 | 84 | 4 | 54 |
NSÍ | 17 | 12 | 2 | 3 | 75 | 17 | 38 |
HB | 17 | 11 | 2 | 4 | 41 | 21 | 35 |
B36 | 18 | 9 | 4 | 5 | 45 | 18 | 31 |
Víkingur | 17 | 5 | 3 | 9 | 35 | 46 | 18 |
07 Vestur | 17 | 3 | 3 | 11 | 25 | 69 | 12 |
EBS/Skála | 17 | 2 | 1 | 14 | 19 | 71 | 7 |
TB/FSV/Royn | 17 | 0 | 3 | 14 | 7 | 85 | 3 |
Máltindurin | |
Heidi Sevdal NSÍ | 29 |
Eyðvør Klakstein KÍ | 18 |
Rebekka Benbakoura KÍ | 18 |
Lena Olsen NSÍ | 11 |
Stefani Cabral B36 | 11 |
Eydna Dalheim Víkingur | 10 |
Margit Kwao 07 Vestur | 10 |