KÍ spældi við eld í Klaksvík

Sigfríður S. Clementsen iðrar seg um, at tað í dag ikki eydnaðist hansara monnum í EB/Streymi at vinna stig í Klaksvík

Tað kendist sum stórur lætti í heimaleguni, tá ið Petur Reinert bríkslaði fyri síðstu ferð í góðveðrinum í Klaksvík seinnapartin.

 

Máltalvan vísti 1-0, og harvið hava meistararnir fulla úrtøku eftir tvey umfør.

 

Málið skoraði Árni Frederiksberg, tá ið eitt lítið korter var farið. Í dag var Árni framrættaður sentralur miðvallari, og hann var við í uppspælinum til málið. Luc Kassi legði flatt innfyri úr høgru, og Árni Frederiksberg stýrdi við innarusíðuni bóltin í málið.

 

Tølini siga, at KÍ var greitt omaná. KÍ vann 15 hornaspørk, og EB/Streymur vann eitt hornaspark. KÍ hevði 14 royndir á og framvið málinum, og EB/Streymur hevði tríggjar royndir á og framvið málinum.

 

Tríggir av landsliðsspælarunum hjá KÍ vóru ikki millum teir fyrstu ellivu. Mads Bo Mikkelsen var ikki á listanum, Páll A. Klettskarð varð skiftur inn í seinna hálvleiki, og Odmar Færø var á beinkinum alla tíðina.

 

-­­Vit mugu bara staðfesta, at avrikið hjá okkum var ikki tað, sum vit høvdu ætlað. Tað kendist sum um, at orkan restaði, og eftir steðgin hekk tað ikki væl saman. Og so eiga vit at rósa EB/Streymi fyri, hvussu raskir teirra spælarar vóru. Teir góvu ongantíð skarvin yvir, og tá ið tað bara er eitt mál á muni, so skal so lítið til, áðrenn tað verður javnað, sigur KÍ verjuspælarin Heini Vatnsdal.

 

Venjarin hjá EB/Streymi, Sigfríður S. Clementsen, er væl nøgdur við avrikið, og samstundis iðrar hann seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna stig.

 

-Tað er eingin ivi um, at KÍ hevur væl stinnari lið, enn vit hava. Fíggjarætlanin hjá teimum man vera fimm ferðir tað, sum hon er hjá okkum, og teir hava eina røð av landsliðsspælarum á liðnum. Vit eru við at mynda nýtt lið, har fýra ella fimm í fjør spældu í 2. deild. Vit arbeiddu nógv, og vit spældu okkum til onkrar møguleikar. Eg havi eina kenslu av, at hetta var dagurin, tá ið vit høvdu møguleikan at vinna stig í Klaksvík. Avrikið ger, at vit við áræði halda fram við at samanspæla nýggja liðið, sigur Sigfríður S. Clementsen.