FÓTBÓLTUR: Tað hevur ikki gingið væl hjá samansetta liðnum hjá sundalagsmonnum higartil í ár. Í fyrsta umfari av 2. deild, sum varð spælt næstseinasta leygardag, tapti EB/Streymur 1-3 móti Royn, og leygardagin bleiv tað til enn eitt heimatap, tá KÍ vann 2-0.
Fyrri hálvleikur endaði uttan mál. Beint áðrenn hálvleik var EB/Streymur nær við at taka leiðsluna, tá eitt fríspark varð tikið skjótt. John William í KÍ-málinum var fyri fyrsta skotinum, men tað næsta trillaði út skeivu megin stongina, so einki spurdist burtur úr uttan málspark til klaksvíkingar.
Í seinna hálvleiki brúkti KÍ fimm minuttir til at avgera dystin til egnan fyrimun. Tað vóru 20 minuttir eftir at spæla, tá Rúni Elttør rak framvið fleiri sundalagsmonnum og skeyt eitt flatt skot, sum Óla Christian ikki megnaði at verja fyri.
So var 1-0 til KÍ, og fimm minuttir seinni lá bólturin aftur í málinum hjá EB/Streymi. Beint eftir fyrsta málið var Ove Nysted komin inn hjá KÍ, og hann brúkti ikki langa tíð á vøllinum til at skora.
Úti í høgru síðu kombineraði KÍ seg ígjøgnum verjuna hjá heimaliðnum, og enn eina ferð endaði tað við einum flatum skoti, sum fór í málið.
Fleiri mál komu ikki, og KÍ tók seg sostatt upp á trý stig, meðan EB/Streymur verður standandi á nullinum eftir tveir heimadystir, sum ikki hava givið nakra úrtøku.
KÍ-liðið er ein spennandi blandingur av ungum spælarum, sum vóna at fáa kjansin á 1. deild, og eldri, meira royndum monnum. Eitt nú var Jan Joensen, sum hevur verið skaddur í seinastuni, við á 2. deildarliðnum hjá klaksvíkingum leygardagin. Hann flytir væntandi upp aftur í 1. deildarhópin nú, tá hann er komin so mikið fyri seg, at hann aftur kann spæla við fullari megi.