Kidman og Penn í ST

Fyri fyrstu ferð í meiri enn 50 ár hevur ST játtað Hollywood at taka ein film upp inni í aðalfundarhølinum í ST-bygninginum

ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, var hvørki til at høgga ella at stinga í, tá tann kendi filmsmaðurin Sidney Pollack herfyri spurdi, um hann kundi sleppa at nýta høvuðsskrivstovuna hjá ST til eina filmsupptøku. Svarið var nei, og Kofi Annan kundi eisini vísa á, at hesa støðuna hevur ST havt í meiri enn 50 ár.
Men á einum fundi fyri stuttum eydnaðist tað Sidney Pollack at sannføra Kofi Annan um, at filmurin skal vísa á, at diplomatiið er betri enn harðskapur, og so slakaði aðalskrivarin. Men hann hevði ikki heimild til at taka avgerðina einsamallur, og tí mátti hann fáa góðkenning frá øllum teimum 15 londunum í trygdarráðnum fyrst.
Tað eydnaðist eisini, og í summar hava Sidney Pollack og leikararnir so ging-ið runt í ST-bygninginum og vant seg við umstøðurnar har. Millum leikarar-nar eru so kend nøvn sum Nicole Kidman og Sean Penn.
Filmurin kostar 80 milliónir dollarar, og hann skal eftir ætlanini vísast í februar næsta ár.