KÍF slapp úr botninum

Hondbóltur: Ikki sørt óvæntað vann KÍF á Kyndli

Tað kom dátt við hjá mongum og ikki minst hjá Neistamonnum, tá tað frættist, at KÍF hevði vunnið á Kyndli.

Alt árið hevur bert eitt stig skilt KÍF og Neistan, men við sigrinum komu kollfirðingar upp á fimm stig, meðan Neistin bert hevur tvey. Sostatt skal nú eitt undur til, um Neistin skal sleppa undan niðurflytingini.

Dysturin á Skála sunnudagin var javnur allan vegin, og liðini skiftust um at vera á odda. Í hálvleikinum førdu kollfirðingar við 17 málum móti 16.

Tá seinni hálvleikur byrjaði, fekk KÍF ein mann útvístan, men tað forðaði teimum ikki í at skora til 18-16 og seinni til 21-18.

Men kortini slepti Kyndil ikki takinum og kom afturíaftur.

Men tá KÍF við bert fimm minuttum eftir skoraði til 28-24, stóð skriftin á vegginum, og havnarmenn megnaðu ikki at taka kollfirðingar aftur.

Fyri Kyndil er kappingarárið langt síðani yvirstaðið, men tað var ikki tí, at Kyndil tapti sunnudagin.

Sigurin bjargaði ivaleyst lívinum hjá KÍF í bestu deildini, meðan úrslitið var ein katastrofa fyri Neistamenn, sum eins og øll onnur meir ella minni høvdu innstillað seg til, at avgerandi dysturin í botninum á 1. deild ikki fór at koma fyrr enn í seinasta umfari, tá Neistin og KÍF skulu spæla í Havn. Men um ikki Neistin fær stig frá Kyndli komandi vikuskifti, flyta teir niður í 2. deild


1. deild menn:

KÍF-Kyndil 29-27 (17-16)

KÍF: Jóan P. Olsen 10, Eddi Joensen 7, Petur M. Poulsen 4, Petur M. Johansen 3, Jónálvur Johannesen 2, Finn H. Johannesen 1, Vagnur Johannesen 1.

Kyndil: Bárður Johannesen 7, Bjarni Wardum 6, Regin Petersen 4, Hannis Wardum 4, Rúni Poulsen 3, Uni Wardum 2.

Útvísingar: KÍF 4, Kyndil 3.