Jákup Mørk
Eftir at hann í 23 ár hevur havt ábyrgd av at stýra dystum í fremstu føroysku fótbóltsrøðini, hevur Kim Ejdesgaard takkað fyri seg.
Steypafinalan hjá kvinnunum, var seinasti dystur, sum Kim dømdi. Eftir dystin helt formaðurin í dómarafelagnum, Hans F. Hansen, stutta røðu, har hann takkaði Kim fyri tíðina, sum hann hevur fingist við hetta ítrivið.
Sum narkotika
Tá vit seinni fingu orðið á Kim, har hann í skiftirúminum sat við blómutyssum og øðrum gávum, tóktist dómarin at vera rímuliga avkláraður um, at hann ikki skal døma aftur.
Spurdur um minnini, segði hann, at tað í ovurstóran mun vóru positiv minni, sum hann hevði frá yrkinum. ? Hetta er akkurát sum narkotika. Tú verður so at siga bundin av skula á vøllin hvørt vikuskifti, helt hann fyri, tá vit spurdu hann, hvussu dómaratíðin hevur verið.
Tá vit síðani spurdu hann, hvussu man so skuldi bera seg, um man ætlaði at gevast, segði hann, at tað so at siga var ein longri process: ? Seinasta árið ella so havi eg spakuliga fyrireika meg til, at tað skjótt skuldi vera liðugt hesum viðvíkjandi, so hetta er ikki nøkur avgerð, sum eg havi tikið her og nú. Eg haldi tað eisini vera tíð uppá, at aðrir dómarar sleppa framat, og tað er synd, um onkur ungur áhugaður ikki sleppur framat, tí ein gamal maður stendur í vegin fyri hesum, sigur Kim.
Framvegis til nyttu
Sum nevnt, so hevur Kim dømt fótbólt á hægsta stigi í Føroyum seinastu 23 árini. Eftir at hann í eini tvey ár hevði verið linjuverji, byrjaði hann í 1977 at floyta, og hetta hevur hann so gjørt síðani.
Nú hann sum 45 ára gamla leggur floytuna á hillini, er eisini nærliggjandi at spyrja, hvat hann ætlar at fáa sunnudagarnir at ganga við í framtíðini.
Til hetta svarar hann, at hann fyri fyrst hevur ætlanir um at virka sum eygleiðari: Kann eg á nakran hátt hjálpa til í so máta, so geri eg tað fegin, sgiru Kim at enda, og sýnir við heusm, at hóast hann nú er givin við floytuni, so hevur hann á ongan hátt mist áhugan. Hvørki fyri dømingini ella fyri fótbóltinum.