Dagfinn Olsen
Myndr: Jens Kr Vang.
At vera tónleikari burturav í Føroyum er nýtt fyribrigdi. Men nøkur eru, ið hava hetta sum starv. Kim Hansen er ein teirra, og partur av hesum er at undirvísa.
Vit vitjaðu hósdagin í Sankta Frans skúla í Havn. Tá var tað 4. a, sum Kim undirvísti í guitarspæli.
Kim sigur, at lærarar eru ikki at taka sær av guitarspælinum. Tískil vendi skúlin sær til Musikkskúlan, har Kim eisini arbeiðir. Og endin var, at Kim fekk møguleikan. Hann hevur eisini 4. b í guitarspæli. Honum stendur í boði at fáa fleiri tímar, men Kim hevur úr at gera, og hevur ikki tikið støðu til, um hann kann fáa tíðina at strekkja til.
Nógv hugsa ivaleyst um, hvat ein, ið livir av tónleiki, fær tíðina at ganga við í miðari viku.
Hjá Kim sær ein miðal vika í løtuni soleiðis út.
Mánadagur: einasti dagur, ið Kim hevur 100% til sín sjálvs og sín tónleik.
Týsdagur: sendingin »Nýtt og gott gamalt« verður tikin upp í Útvarpinum. Á kvøldi undirvísing í klaveri.
Mikudagur: Bólkurin Taxi venur um morgunin. Til Nólsoyar klokkan 12 at undirvísa børnunum í tónleiki.
Hósdagur: Taxi venur. Undirvísing í Sankta Frans skúla.
Fríggjadagur: Vikuskiftið byrjar við ymsum tiltøkum og dansi.
Kim sigur, at hann sjáldan er við hús, tá hini eru heima. Tá hann so kemur heim, so sova hini.
Taxi við fløgu
og til Íslands
Ætlaninar eru nógvar. Hjá Taxi stendur Prix Føroyar kappingin fyri durðum. Í hesum sambandi er saxofonleikarin Jim Skou komin til Føroya. Hann hevur áður spælt við bólkinum.
Og møguliga kemur Taxi seinni í ár við stakfløgu. Í mars fara teir niður til Danmarkar í upptøkuhøli. Í apríl fara teir í upptøkuhølini í Føroyum, og í mai mánað fara teir í Taxi til Íslands at spæla.
Duga væl
Men enn er gerandisdagur, og Kim undirvísir. Hann heldur børnini duga væl at spæla, men ójavnt er. Summi eiga guitar heima, og tað merkist, at tey koma skjótari víðari.
Kanska er ein nýggj stjørna ímillum børnini í 4. a. Ein, ið heldur somu leið sum Kim.
Ímeðan kunnu børnini gleðast um at hava ein kendan guitarlærara, og vit onnur kunnu gleða okkum at uppliva Taxi í Prix Føroyar kapping og møguliga á fløgu.