Kim Larsen til Føroyar

21. november spælir fólkakærasti danski sangarin seinastu 30 árini Kim Larsen konsert í Føroyum.

Tónleikur


Á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum verður boðað frá, at Kim Larsen spælir konsert í Norðurlandahúsinum, og atgongumerkini eru sett til sølu.

Ætlanin var, at fólkakæri sangarin skuldi spæla konsertir í Føroyum í august 2005, men hesar konsertir vóru tá avlýstar. So fyri tey, ið tá gleddu seg til konsertina, kunnu nú endiliga uppliva fyrrverandi Gasolin oddamannin. Konsertin er partur av størri konsertferð í Danmark, Noregi og Svøríki, ið longu er byrjað og endar í Føroyum

Seinastu ferð, Kim Larsen vitjaði í Føroyum, var á Tórshavnar Jazz-, Fólka- og Bluesfestivali eina ferð í nítiárunum. Tá vórðu atgongumerkini til fyrstu konsertina seld eftir eini løtu, og skipað varð fyri eini eyka konsert, henda varð eisini útseld.

Nógv er broytt, síðan Kim Larsen var í Føroyum seinast. Hóast hann tá seldi nógv atgongumerki í Føroyum, var fløgusølan í einum aldudali. Kim Larsen hevur við teimum seinastu fløgunum vunnið sær veg aftur úr aldudalinum. Hann er ein tann best seljandi danski tónlistarmaðurin í løtuni. “Glemmebogen” og “Glemmebogen 2 Jul og Nytår”, eru tolkingar av kendum gomlum donskum sangum, sum Kim Larsen gevur sín egna dám. Meðan “7-9-13” eru løg hjá Larsen sjálvum. Eisini DVD’in “Det var en torsdag aften” var sera væl dámd, og tá nýggjasta fløgan Gammel Hankat kom í handlarnar ruddaðu stór donsk dagbløð forsíðuna, og kallaðu hetta eitt meistaraverk.

“Glemmebogen 2” við gomlum jóla og nýttárssangum seldi fyrstu tríggjar vikurnar 110.000 eintøk. Hetta er nokk til, at fløgan fær dupulta platín. Sjálvt um hetta eru sera høg sølutøl, er hetta lítið av miklum.

“Midt om natten”, sum Kim Larsen gav út 1983, seldi 500.000 eintøk og er mest selda útgáva nakrantíð í Danmark. Filmurin av sama navni gjørdist somuleiðis vælumtóktur, og gjørdi Kim Larsen til danska fólkaogn.

Kim Larsen byrjaði sítt lív sum tónleikari í bólkinum Gasolin. Fyrstu stakpláturnar hjá bólkinum komu út í 1969. Bólkurin gjørdist best umtókti danski rokkbólkur í 70 árunum. Larsen skrivaði flestu løgini hjá bólkinum, men gav samstundis fløgur út sum einstaklingur. Í 1973, vórðu “Værsgo”, við Kim Larsen og “Gas 3” við Gasolin, best og næst best umtókta fløga í Danmark.

Kim Larsen royndi, bæði við Gasolin og sum einstaklingur, at sleppa inn á amerikanska marknaðin við fløgum á enskum máli. Men hetta eydnaðist ongantíð. Í 1979 góvust Gasolin.

80 árini gjørdust sera góð fyri Kim Larsen. Hann gav eina ørgrynnu av landaplágum út. Blip båt, Midt om natten, Susanne himmelblå, Forkædt som voksen, Jutlandia og Yummi Yummi eru bara nøkur fá av teimum løgum, sum eru vorðin fólkaogn.

Í 1995 flutti keypmannahavnarin Kim Larsen til Odense, har stovnaði hann bólkin Kjukken, sum hann hevur spælt við líka síðan. Saman hava teir givið 7 fløgur og eina DVD út. Teir hava verið í Føroyum einaferð fyrr, og í november koma teir aftur.