Tíðindafólk hjá bretska kringvarpinum BBC siga seg hava funnið prógv fyri, at Kina hevur selt stýrinum í Sudan vápn og aðra hernaðarútgerð, hóast tað er bannað sambært einari samtykt hjá ST.
Bretsku tíðindafólkini siga, at í sudanska landspartinum Darfur hava tey sæð kinesisk hernaðarakfør, sum komu til Sudan í 2005, og tey siga seg eisini hava rættiliga greiðar ábendingar um, at flogskiparar hjá sudanska flogvápninum hava fingið venjing í Kina.
Tíðindafolk hava fyrr sagt, at tey hava sæð kinesisk stríðsflogfør av slagnum A5 Fantan í Darfur, men tá var svarið úr Beijing, at flogførini vórðu send til Sudan, áðrenn vápnabannið hjá ST kom í gildi.