Tey seinastu árini hevur Kina brúkt munandi meiri pengar til hernaðarmál fyri at nútímansgera allar partar av hermegini, og í dag fór landsins fyrsti flogberi av bakkastokki. Hetta er kortini ikki eitt nýtt skip, men eitt skip, sum kinesarar keyptu frá russum í 1998, og sum teir síðani hava umbygt og nútímansgjørt.
Hernaðarserfrøðingar siga, at tað fer at taka nøkur ár, til kinesarar kunnu taka flogberan í nýtslu.
Kinesiskir talsmenn siga, at flogberin skal styrkja landins hernaðarligu støðu á heimshøvunum. Tað hóvar kortini ikki øllum. Eitt nú eru grannarnir Japan, Vietnam og Filipsoyggjarnar ikki serliga fegnir um kinesisku útbyggingina, og teir royna nú at tekkjast USA, sum í mong ár hevur verið tann sterka tjóðin á havleiðunum í Eysturasia.