Í minsta lagi 30 ferðafólk eru deyð, eftir at ein ferðafólkbussur fór út av eini brúgv í gjár, siga óváttað tíðindi.
Sagt verður, at kinesisk ferðafólk hava vóru í bussinum, og at nógv teirra eru deyð.
Tað upplýsir uttanríkisráðið í Kina sambært Reuters.
Kinesiskir sendimenn eru á veg til vanlukkustaðið í provinsinum North Hwangha, leggur uttanríkisráðið afturat, tó uttan at siga, hvussu nógv fólk eru deyð ella særd.
Kinesiska ríkissjónvarpið skrivaði fyrr í morgun á Twitter, at talan er um ein ferðafólkabuss, sum er farin út av eini brúgv. Sjónvarpsstøðin skrivaði, at minst 30 fólk doyðu.Tweetið varð seinna slettað, og upplýsingarnir eru ikki váttaðir frá almennum myndugleikum.
Norðurkore er vælumtókt ferðamál hjá kinesarum.
North Hwangha-landspartuin hevur mark til Suðurkorea og har er býurin Kaesong, sum er fyrrverandi høvuðssstaður í koreanska kongsdøminum Goryeo.
Mett verður, at Norðurkorea tjenar 44 milliónir dollara árliga, ella góðar 266 milliónir krónur. Umleið 80 prosent av útlendskum ferðafólkum eru kinverjarn.
Vegirnir í Norðurkora eru vanliga vánaligir og illa hildnir við nógvum holum. Nógva staðni verður koyrt á grúsvegum heldur enn asfalti, skrivar tíðindastovan AFP.
Men millum Pyongyang og Kaesong, har vanlukkan hendi í gjár, er ein av bestu vegunum í landinum.
Frá norði til suður gongur hann frá kinesiska markinum til demilitariseraðu sonuna við markið til Suðurkorea. Sum allir motorvegir í Norðurkorea er har nógv ferðsla.
Kinesiska uttanríkisráðið upplýsir í dag, at tey enn royna at fáa greiðu á umstøðunum kring vanlukkuna.
/ritzau/Reuters