Kinesarar kopiera Rolls-Royce

Á bilaframsýningini Auto Shanghai 2009 verður kinesiski Geely GE Limo sýndur fram sum eitt kopi av Rolls-Royce Phantom. Kinesiskir bilaframleiðarar eru vorðnir kendir fyri at kopiera onnur bilmodell. Í sambandi við bilaframsýningna Auto Shanghai 2009, sum er frá 20. til 28 apríl, verður kinesiski luksusbilurin Geely GE Limo, sum er eitt kopi av Rolls- Royce Phantom, sýndur fram.

Kinesiski framleiðarin sigur, at endamálið er at presentera ein bíligan luksusbil við øllum tí sum finst í teimum dýru luksusbilunum, sum t.d. nøtutræ og leðurkabinu.

Talan er um ein rættuliga stóran bil. Geely GE Limo er 5,30 m langur. Spurningurin er bara, um Rolls-Royce fara at merkja nakað til kappingina frá kinesarunum.

TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum