Kinesiskir bilar bannaðir á pólskum herstøðum

Pólska verjan hevur eisini sett forboð fyri at kopla tænastutelefonir til bluetoot-skipanina í kinesiskum bilum

 

Pólland setir nú bann fyri kinesiskum akførum á sínum herstøðum.

 

Orsøkin er vandin við innbygdu sensorunum á bilunum, sum póllendngar stúra fyri kunnu savna inn viðkvæmar dátur.

 

Hetta upplýsti pólska verjan týskvøldið, og tað er Reuters, sum endurgevur.

 

Verjan hevur eisini sett forboð fyri at kopla tænastutelefonir til bluetoot-skipanina í kinesiskum bilum.