Skrivað greinina hevur: Jens Kristensen
Í 1700-árunum fekk kingosangur rættiliga fastatøkur í Føroyum, tí prestar høvdu sálmabókina hjá Thomas Kingo við til Føroyar. Nú 300 ár seinni hevur Tjørnuvík eitt fast tak á kingosanginum.
Tað vísti Kingobólkurin úr Tjørnuvík á vitjan hjá kórinum í Danmark á páskum – sjeynda vitjanin 20 ár eftir, at kórið á fyrsta sinni sang í Danmark.
Í ár fekk kirkjufólkið í kirkjum í Nr. Snede, Galten, Spakær og Mammen møguleikan at hoyra henda serliga kongosangin, sum í góð 200 ár varð sungin í Føroyum. Kórið er nú tað einasta, sum syngur hendan serliga sálmasang.
– Vit vórðu aftur væl móttikin. Nógv komu fyri at tosa við okkum eftir gudstænasturnar, har vit sungu. Nógv vístu stóran áhuga fyri sangi okkara. Nøkur komu, tí tey hava vitjað Tjørnuvík, føroyingar luttóku, og nógv komu, tí tey fegin vildu hoyra sang okkara, sigur 67 ára gamli Jens Jensen úr Tjørnuvík og sum syngur í Kingobólkinum.
Eftir gundstænasturnar í Nr. Snede og Sparkær luttók kórið eisini í eini máltíð við gestum, har tey eisini sungu og vístu gestunum føroyskan dans.
Meðan kingosangurin aðra staðni doyði í 1900 talinum, helt Dávur Emil Magnussen, deknur í Tjørnuvík, fram við at syngja Tjørnuvík útgávuna av kingosanginum. Sonur hansara, Vilhelm Magnussen, gjørdist forsangari í kórinum, sum fólk í Tjørnuvík skipaðu í 1997 fyri at varðveita gamla sangin. Vilhelm, sum doyði í 2007, mintist tey løgini, sum pápin brúkti.
##med5##
– Tá eg var barn og ung, var eg næstan flóv av, at familjan hjá mær sang hendan løgna sangin. Hvør fuglur syngur við sínum nevi, siga vit. Og tað gjørdu tey. Tað ljóðaði ikki serliga væl, tá tey sungu saman í ymsum tónalegum, minnist Tórhild Magnussen, sum er 59 ára gomul í Havn, sum er fødd og uppvaksin í Tjørnuvík.
– Ja, tað ljóðaði næsta, sum tá seyður og lomb jarma, tá tey sleppa úr rættini, sigur Jóhanna Magnussen Debes, sum er 44 ár, býr við Norðskála, dóttir forsangaran í kórinum, Steinbjørn Magnussen í Tjørnvík, sum er beiggi Tórhild.
##med3##
Sterka rødd hansara leggur tónaleguna – og ver ikki í iva: Kórið úr Tjørnuvík syngur reint og hevur ræddarstyrki at fylla sjálvt stórar kirkjur.
Nógv í Føroyum kenna ikki kingosangin, sjálvt um eitt nú songkvinnan Eivør Pálsdóttir eisini hevur víst gamla føroyska mátanum at syngja uppá ans.
– Fyri okkum í Tjørnuvík er kingosangurin ein dýrgripur, sum vit fegin vilja varðveita. Kingosangurin er eisini eitt sindur av einum vørumerki fyri Tjørnuvík, sigur Jens.
– Eg eri errin av at vera við í Kingobólkinum og upp á tann mátan at vera við til at varðveita ein gamlan føroyskan hátt at syngja og varðveita ein sið, sum serliga var sterkur í Tjørnuvík, sigur Jóhanna, og Tórhild nikkar.
Tey flestu í Kingobólkinum eru eftirkomarar hjá Dávur Emil Magnussen.
##med2##
Fyrsta vitjan hjá kórinum í Danmark var í 2003 og seinni vitjanir góvu kórinum umrøðu í Føroyum. Kórið syngur serliga undir gudstænastum. Tað hevur til dømis eisini sungið á ólavsøku eitt verk hjá tónaskaldinum Sunnleifi Rasmussen og í Norðurlandahúsini fyri Margretu drotning og Heindriki prinsi.
Um summarið er kingosangur í kirkjuni ein táttur, tá ferðafólk vitja í Tjørnuvík og verða víst kring um í bygdini við kingosangi í kirkjuni og døgurða í bygdarhúsinum, áðrenn kvøldið endar við føroyskum dansi.
– Vit í Tjørnuvík eru veitslufólk. Vit savnast mangan í bygdarhúsinum, og vit eru fegin um at hava gestir her, sigur Jóhanna.
##med4##
Á páskum var kórið úr Tjørnuvík gestur í Danmark. Og tey settu týðulig spor eftir seg við sjáldsamum sangi og mátanum hjá kórinum at bera hann fram uppá og føroyskum dansi.
– Túsund takk til tykkum øll og serliga tykkum úr Føroyum. Tit hava givið okkum hjørtu tykkara. Tit eru ein fantastisk reklama fyri, at tey eru fleiri, ið skulu taka ferjuna ella flogfarið fyri at vitja Føroyar, segði presturin í Nr. Snede Kirke, Arne Kiel Nielsen, eftir at sangurin í kirkju hansara og páskamáltíðin við føroyskum dansi skíriskvøld.