Kinverskir framleiðarar av vindmyllum hava seinnu árini tikið stór fet fram á heimsmarknaðinum. Fyri bara fáum árum síðani var kinverski parturin bert ein viðfáningur á marknaðinum, men í dag teljast bæði Goldwind og Sinovel millum 10 teir størstu framleiðararnar í heiminum. Í dag eru yvir 40 kinverskir framleiðarar á marknaðinum. Eitt stórt tal, sum partvíst kemst av alsamt vaksandi kinverska orkutørvinum, men eisini tí myndugleikarnir krevja, at 70% av lutunum í eini nýggjari vindmyllu skulu stava frá lokalum framleiðarum.