Kioskin hjá Astu kemur upp á pláss mánadagin

Síðani 1935 hevur Kioskin hjá Astu – ella Kioskin hjá G, sum tey gomlu søgdu – staðið á Vaglinum. Men seinastu mánaðirnar hevur hon verið til umvælingar, og í næstu viku stendur hon aftur á Vaglinum – stásiligari enn nakrantíð.

Mánadagin verður gamal kenningur aftur at síggja á Vaglinum í Havn. Tí tá kemur Kioskin hjá Astu upp á pláss aftur.

Tað er Gist&Vist, sum eigur kioskina hjá Astu, og sum seinastu mánaðirnar hevur verið til umvæling í eini høll uppi á Sandvíkarhjalla.

##med2##

Tað eru teir báðir Petur Hans Poulsen og Martin Tórgarð, sum hava umvælt kioskina. Og talan hevur verið um stórarbeiði, tí kioskin er at kalla gjørd av nýggjum, tí tilfarið í henni var so illa farið. Men stórur dentur hevur verið lagdur á, at kioskin skal akkurát tann sama, sum hon var.

Okkurt er endurnýtt, eitt nú gamla stjørnuloftið og spírið, sum verður uppi á takinum.

Johannes Jensen, stjóri í Gist&Vist roknar við, at kioskin v erður klár at koyra oman á Vaglið mánadagin, og at klárt verður at lata kioskina upp týsdagin 21. mai.

Johannes Jensen hevur fyrr sagt við Sosialin, at tá tey keyptu kioskina var tað júst fyri at varðveita hana og fáa hana aftur til eina virkna kiosk, sum skal selja allar vanligar kioskvørur og bløð.

##med3##

– Vit fara eisini at selja kaffi, te, tvíflísar og annan »gongumat«, segði Johannes Jensen.

Ætlanin er at kioskin skal koma enn meira til sín rætt sum tað ikon, sum hon er fyri býin. Hon verður meira opin, og meira glas verður í kioskini, og tað verður soleiðis, sum tað hevur verið fyrr í tíðini, at kundarnir fara inn í kioskina at keypa.

Hóast kioskin kemur at standa á sama stað, so verður hon flutt nakað, hon verður snarað eitt sindur, og eitt tún gjørt aftanfyri, har fólk kunnu sita og njóta ein bita ella eitt glas av víni.

Øll eru samd um, at Kioskin hjá Astu er ein býarmynd. Øll í Føroyum kenna skapið av henni aftur. Tað var gitni arkitekturin H. C. W. Tórgarð, sum teknaði fyrsta sniðið av kioskini í 1931. Tá var hon áttakantað við inngongd. Diskur var innanfyri og í mótsættu síðu var kiosklúkan.

##med4##

Varðveitta stjørnuloftið inni í kioskini er í gamla partinum og vísir støddinar, sum kioskin hevur havt frá fyrstan tíð.

Í 1940 varð kioskin víðkað og fekk tað snið, sum vit øll kenna í dag.

Nú hon er umvæld, er hon gjørd meira opin við meira glasi, enn tað var áður.

Meðan kioskin hevur verið til umvælingar, hava tey fyrireika økið, sum er broytt nakað. Eitt nú er nýtt fundament gjørt, tí kioskin verður snarað eitt sindur inn frá vegnum.