Kirkjøbøur eigur at gerast okkara framtíðar tjóðsavn

– Brúkið tunnilsgrótið at endurskapa Brandansvík í Kirkjubø. Umvælið Múrin og lokið hann inni í samsvari við uppskotini hjá J. P. Gergoriussen. Tað eru ráðini hjá Bjarna Djurholm í grein í Sosialinum, sum kemur í hvørt hús í morgin:

 

Herfyri frættist, at tunn­ils­grót­ið úr Sand­oy­ar­tunn­l­inum skal tyrvast onkr­a­staðni nær­hend­is tunn­ils­munn­a­num við Goml­u­rætt.

Orsøkin - eingin veit, hvat hundr­aðtúsundir rúmmetrar av gróti skulu brúkast til?
Vóru hesi tíðindi ikki vátt­að av tunn­ils­fel­ag­num og myndugleikunum, mundu flestu hildið tað verið ván­a­ligt skemt - at tyrva hesa ov­ur­stóru mongd av nýtslu­gróti, ístaðin fyri at brúka tað at byggja land við.
Skamt frá tunnils­munn­a­num er okkara størsta og av­gjørt týdningarmesta søgu­liga pláss, har átrúnaðar- og ment­an­arligi samleiki okk­ara er sprottin.
Skjalfesta søgan um Kirkj­u­bø gongur langt aftur um vík­ing­a­tíð­ina. Aftaná at Før­oy­ar vóru kristnaðar gjørd­ist Kirkjubøur bisp­a­sæti í árinum 1111. Átrúnaðar mið­dep­il í Norð­ur­høvum.
##med2##
Søguligu virðini
Umframt Ólavskirkjuna, sum er bygd í 13. øld, eru eis­ini leivd­­ir av St. Brendans-kirkj­uni (Líkhúsið).
Og so ikki minst Magn­us­kat­e­dral­ur­in (Múrurin), ið er bygd­­ur um ár 1300, sum kort­ini ikki bleiv liðugur (summi meta, at katedralurin kortini varð liðugt bygdur).
Skamt við Múrin er søgu­ligi Kirkjubøgarðurin, har elsti parturin av bygn­ing­i­num - Royk­stovan, ið er part­ur av Stokk­a­stov­uni, er bygd fyri uml. 1000 árum síð­ani, og er tí burturav elsti og mest virð­is­mikli søguligi bygningur yv­ir­høvur í landi­num.
Stokkastovan er nú savn, har kongs­bónd­in við fam­ilju býr. Verandi festari er 17. ættarlið í óbrotnari linju, sum býr á garðinum. Sann­iliga undr­­an­arsamt.
Stokkastovan verður rokn­að at vera eitt av heims­ins elstu timb­ur­hús­um, har fólk fram­vegis búgva. Í sjálv­um sær eisini søguliga merk­is­vert.
Hetta er staðið har Sverri kong­­u­r av Noregi vaks upp, og har hægri lærustovnur (prest­a­skúli) var staðsettur heilt upp til reformatiónina.

Einstaklingaátak

Frá almennari síðu sýnist lít­il áhugi at vera fyri okkara søguliga samleika. Sjón er fyri søgn, at alsamt fleiri virði, sum áttu at havt sjálv­sagda eksponering, bert eiga lítl­an lut í rað­festingunum hjá landi og komm­unum.
Einstaklingar hava kort­ini av sín­um eintingum skot­ið upp at varðveita søgulig støð.
M.a. gjørdi J. P. Grego­r­i­us­sen, arkitektur, saman við øðr­um, verkætlan fyri Múrin og Kirkjubø at leggja fyri mynd­ug­leik­ar og al­m­enn­ing­in fyri uml. 20 árum síðani.
Men so eiðasørt, at nakað pos­i­­tivt afturljóð kom frá valds­hav­unum. Verkætlanin ligg­ur tí framvegis goymd og gloymd í onkrari skuffu.
##med3##
Brandansvík

Men nú hava mynd­ug­leik­ar­nir søguliga møguleika at vísa í verki, at atlit verða tik­in fyri okkara søguliga ment­an­ar­arvi og virðing fyri okk­ara sam­leika.
Ístaðin fyri at tyrva grót burt­uri í haga, er tað so sjálv­sagt, at tað verður brúkt at gera landfast aftur millum Kirkj­u­bø­hólm­in og landið, og so­leiðis endurskapa lend­ið, sum tað sá út áðrenn Kynd­ils­mess­­­uódn­ina Hørðu í 1602, tá leyst bleiv millum Kirkjubø og Hólmin.
Tað er ovmikið av gróti at end­ur­skapa Brandansvík og kanska eisini lendið suður við land­inum.
Síðani kann forn­mynd­ug­lei­k­in í stigum, saman við køn­u­m fólkum, byggja upp­aft­­ur býlingin á økinum, sum verð­ur í samsvari við bygg­i­sið­ir­nar fyri 400 árum síðani.
Søgan sigur, at eini hálvt­hundr­­að sethús vóru á lend­i­num, sum bleiv oyðilagt í ódn­ini í 1602.

Perla kontra visiónsloysi

Økið hevði blivið ein sonn søg­u­frøðilig perla, har Múrurin skuldi verið um­væld­ur og lok­aður í samsvari við upp­skot­ini hjá J. P. Gerg­or­i­us­sen ella gjørd­ur liðugur, so­leiðis sum nakr­ar keldur halda hann hava verið í síni tíð.
Kirkjubøur hevði soleiðis bliv­­ið eitt satt upplivilsi her í út­­norði við síni framúr ment­an- og skjalafastari søgu.
Blivið okkara tjóðsavn til sóma og prýði fyri land og fólk, og samstundis ein heið­ur til tey, sum í øldir hava røkt fedr­anna arvin á stað­num.
Ætlanin at tyrva grótið und­an Skop­un­ar­firði er púra við síðuna av, vis­ión­sl­­eyst - nú fram­­úr høvi er at enduskapa størstu ment­an­ar­perl­u­na í landinum.
Hugs­ið, um Kirkjubøur aft­ur bleiv tað, sum vit lesa í søg­u­ni og hoyra frá livandi frá­­søgn­unum frá bóndanum á stað­n­um.
Tá høvdu vit sanniliga kunna fegnast um okkara upp­­hav frá landnámstíðini. Stað­­ið, sum í øldir var okkara ment­­a­n­­ar­­depil.