Helst hevur tátíðin eisini havt dramatikarar, sum kundu síni ting og hava verið orsøk til skemtiligu søguna, sum er nevnd omanfyri.
Okkara tíð er ikki fátækari í so máta. Ímyndingarevnini finnast enn í fólki okkara.
Ein dagin undirritaði hevði blaðstjóran á Sosialinum í telefonini um eitthvørt evni av áhuga fyri almenningin, datt prátið inná ein fyrispurning, sum settur var undirritaða.
Aftaná at hava prátað eitt sindur aftur og fram hesum viðvíkjandi, helt blaðstjórin at spurningurin var áhugaverdur.
Hetta prát førdi til ivirskrift í Sosialinum, sum ljóðaði uppá, at undirritaði ivaðist í um Kirkjubømúrurin var fornminni.
Satt at siga, so helt eg at hesin pástandurin var so langt úti, ella skemt, so sum Kjartan Kristiansen úttrykkir seg, at ikki var neyðugt við rætting ella viðmerking.
Tað finnst neyvan nakar sum ivast í, um Kirkjubømúrurin er fornminni - tíansheldur landsstýrismaðurin í mentamálum.
Síðani áðurnevndu yvirskrift og greinastubba harum, hevur mikið tjak staðist, hvar undirritaði er lagdur undir bæði eitt og annað, tí henda stutta viðmerking.
Fyrispurningurin
Fyrispurningurin, sum er settur landsstyrismanninum í mentamálum snyr seg um, hvørvítt Kirkjubømúrurin er friðaður eftir Løgtingslóg nr.19 frá 1948 um friðan av fornminnum og bygningum, ella ikki.
Tá tílíkir spurningar taka seg upp, so sigur sama lóg í § 1. Spurningurin um, hvat íð kemur inn undir hesar ásetanir, og um nærri mark fyri tað friðaða øki verður at avgera av landsstyrinum eftir tilmæli frá tí í § 3 ummæltu nevnd. Nevndin sum her er talan um, er fornminnisnevndin.
Í fornminnisnevndini sita, - eisini eftir áseting í lógini, - stjórin fyri forngripasavni, ein løgfrøðingur og ein bygningskønur maður.
Undirritaði hevur tí sent hesi nevnd spurningin víðari, og er tað sum omanfyrinevnt rætta mannagongd.
Kjartan Kristiansen
Eg skal eisini gera vart við, at tá persónar, ífylgi bløðini, siga at undirritaði hevur tikið spurningin upp hesum viðvíkjandi, so er tað ikki rætt, fyrispurningurin er settur landsstyrinum uttanifrá.
Kjartan Kristiansen er ein av teimum, sum verður endurgivin fyri at halda tað verða absurd at landsstýrismaðurin nú setir hendan spurning. Og tað vildi eg givið honum rætt í, um so var at landsstyrismaðurin verunliga hevði sett spurningin fram.
Harafturat sigur K.K. at fornminnagrunnurin í tólv ár hevur bíðað eftir svari frá fornminnamyndugleikunum, sum hann sigur verða tað sama sum landsstyrið.
Hertil er at siga, at K.K. hevur verið kunnaður framhaldandi um gongdina, og at landsstyrið bíðaði eftir svari frá arbeiðsbólki settur undir fornminnissavninum.
At hann ikki fekk svar fyrrenn hann heitti á løgmann má verða eitt samanfall og ikki annað.
Landsstýrismaðurin og embætismenn
Í Dimmalætting týsdagin 28. oktobur var soljóðandi yvirskrift á forsíðuni: Landsstýrismaðurin lurtar als ikki eftir embætismonnum sínum.
Lat meg fyrst gera klárt, at landsstýrismaðurin hevur aðrar embætismenn enn hesar, sum greinin roknar, sum teir einastu.
Sum landsstýrismaður hevur undirritaði altíð lagt oyra til, hvat embætismenn á ávísum øki hava ført fram. At landsstýrismaðurin onkuntíð hevur verið ósamdur við embætismenn er væl nátúrligt - annars var so ivaleyst at havt embætismenn og nýttist ikki at havt landsstýrismann.
Í hesum førinum er tó farið fram soleiðis, sum embætismenn í landsstýrinum hava mælt til. Fornminnissavnið hevur fingið til ummælis tað, sum inn er komið. Og fornminnisnevndin hevur fingið nógv umrødda spurningin, sum altso er settur landsstýrismanninum, til tilmælis.
Rista við høvdinum
Í somu grein í Dimmalætting verður sagt, at fornfrøðingar í Hoyvík rista við høvdinum. Orsøkin skal verða at landsstýrismaðurin í mentamálum alment hevur sagt, at hann fer at kanna um kirkjubømúrurin er eitt fornminni.
Hesar ristingar kundu verið spardar, um fornfrøðingarnir ómakaðu sær at spurt hjá undirritaða, um tað verunliga var soleiðis statt við landsstýrismanninum. Tí landsstýrismaðurin hevur ongantíð sagt nakað tílíkt, hvørki alment ella í loyndum.
Oddagreinin í Sosialinum 30. oktobur
Tað er ikki so lítið ósmæðið av Sosialinum, fyrst at íspinna eina søgu, skapað mikið rumbul, fyri síðani at lata plássið í oddagreinini standa til taks fyri írættisetara.
Innihaldið í oddagreinini havi eg ikki so nógv at siga til, tá tað eins og nógva umtalan seinastu dagarnar byggir á skeivar fortreytir.
Seinastu orðini í oddagreinini eru soljóðandi: »Broytir Sámal Petur kós og letur málið ganga sína gongd-eftir bókini-so tænir tað honum til heiðurs, og vit skulu verða fyrst at viðurkenna hetta«.
Eg fari tí at enda hesa viðmerking við at boða frá, at tíðindini um kósskifti seinastu dagarnir ikki hava hald í verunleikanum.