Í minsta lagi 12 dólk doyðu, tá ein bumba brast inni í einari kirkju í útjaðaranum á nigeriska býnum Bauchi í dag. Tað siga eygnavitni fyri tíðindastovuni Reuters.
Enn hevur eingin átikið sær ábyrgdina av atsóknini, men islamistiski felagsskapurin Boko Haram hevur søkt at fleiri kirkjum í Nigeria fyrr í ár, og fleiri hundrað fólk hava latið lív í hesum álopunum.
Boko Hamam hevur høvuðsstað í landnyrðingspartinum av Nigeia, har býurin Bauchi eisini er.