Kirkjugarðurin á Svínaryggi sum minnispark fyri fólkið

Gamli kirkju­garð­ur í Havn verður talgildur – og allar søg­ur­nar hjá Óla Jac­ob­sen úr Sosi­alinum kunnu lesast av grav­stein­unum í fatelefonini

Røðin »Hendur ið Sleptu« í So­s­i­al­i­num við frásagnum úr gamla kirkj­u­garði í Havn telur um 235 grein­ar, sum hava umrøtt stórt sæð all­ar teir 300 gravsteinarnar í kirkj­u­­garð­inum við teirra um 500 nøvn­um. Hetta er um leið fjórða hvørt fólk, sum er jarðað har, síðan byrjað var at skriva pro­t­­­o­koll í 1869.

Hetta merkir, at gamli kirkju­garð­ur man vera mest søguríka pláss í Havn, sum so ella so hev­ur tilknýti til ein stóran part før­oy­ing­um. 

– Hvør einasta av hesum grøv­­um um­boðar eina serstaka søgu, og hesar spenna sera langt út heim, heilt til New Zealand. Her eru røt­ur til fittligan stóran part av Havn­ar og Føroya søgu, sig­ur Óli Jacobsen, sum hevur skriv­að allar hesar greinar í Sos­i­al­i­num. 

Hann vísir á, at tað sum er skriv­að í júst hesi røðini kann sig­ast at vera søgan um fólkið í Havn í 19. og inn í 20. øld.

Men harumframt hevur Óli Jac­obsen í røðini »Mið­vik­an« og »Siðsøga« í Sosialinum og bók­um skriv­­að minst líka nógv aft­ur­at um hesi fólk og ætt teirra.

– Eitt nú um Müller og Djur­huus ætt­ir­nar umframt um Doll­­an, vísir Óli Jacobsen á. 

Hann vísir á, at tað tað merk­ist mill­um fólk ein ógvuliga stór­ur á­hugi fyri hesi røðini og fyri kirkj­u­garðinum sum so. 

##med2##

Uppskotið

– Hetta birti uppskotið um at gera kirkj­u­garð­in meira sjón­lig­an og viðkomandi hjá fólki. 

Tórs­havn­ar Bý­ráð arbeiðir við eini ætlan um, hvussu kirkju­garð­­ur­­in kundi gerast ein søgu­mið­­dep­il við teldutøkni. Tá skal bera til bæði at leita runt í kirkj­u­garð­­i­num í kirkju­garð­i­num sjálv­­um og fáa alla søguna fram á ein­­um skíggja. Hetta ber eisini til at gera heima við hús.

Umframt grundleggjandi upp­lýs­ingar sum navn og føði- og deyðs­­ár kann tá fyri hvønn stein lætt­­liga leggj­ast inn pdf'in – síðuna sum hevur staðið í Sosi­al­i­num – av grein­ini í Sosialinum um av­­varðandi grøv.

Í øðrum umfari kann eisini leggj­ast inn annað, sum er skriv­að um við­komandi, sum um Pet­ur Al­berg, Daniel J. Danielsen og fleiri onnur.

##med3##

Tað verður eisini lætt at dag­føra tilfarið

Við eini slíkari skipan fer at bera til at ganga frá gravsteini til grav­stein og finna søguna um við­­kom­andi í hvørji grøv.

Tað eru neyvan nógvir aðrir bý­ir, sum kunnu bjóða fólkinum eina slíka tænastu

Nógvir steinar eru illa lesandi, men tað er eingin trupulleiki við ætlaðu skipanini 

– Tað er eingin ivi um, at við hes­­um hugskoti og meiri røkt kundi kirkjugarðurin undir Svína­ryggi blivið ein hugnalig minn­islund fyri fólkið, sum hev­ur lagt grundarlagið fyri Havnar býi, heldur Óli Jacobsen. 

Hann vísir á, at í Danmark eru fleiri kirkj­u­garð­ar, sum hava gjørt nak­að líkn­andi, sum er er skot­ið upp her. Eitt dømi er Ass­is­t­ense kirkju­garð­urin á Nør­re­bro í Keyp­mann­a­havn.e

Men her eru tað bara kendar gravir, sum verða lýstar, meðan vit kunnu lýsa allar gravir sum hava stein. Eisini hjá teimum meira ókendu.

##med4##