Kirkjuráðini stuðla tænastuboðum bisps

Kirkjuráðini stuðla avgerð bisps um ikki longur at signa borgarliga vígd hjún

 

Eftir at hjúnabandslógin bleiv broytt til eisini at loyva samkyndum pørum at giftast borgarliga, valdi Jógvan Fríðriksson, bispur, at geva prestunum í føroysku kirkjunum boð um, at hereftir skuldu teir ikki signa nakað borgarliga vígt par.

 

Tað er soleiðis, at eitt hvørt par, sum er vígt borgarliga, kann biðja prest um signing í kirkjuni. Hetta setti kirkjuna í eina tvístøðu, tí hon heldur fast við lærusetningin um, at hjúnabandið er millum mann og kvinnu.

 

Lógarbroytingin í hjúnabandslógini kundi tí seta kirkjuna í ta støðu, at eitt samkynt par, borgarliga vígd, kundi biðja prest um signing seinni.

 

Um kirkjan so skuldi halda seg til sína sannføring, hevði kirkjan verið noydd at gjørt løgfrøðisligan mismun millum hinskynd og samkynd pør, og tað ynskti bispur ikki.

 

Hann valdi tí at geva prestunum tænastuboð um, at hereftir skuldi eingi borgarliga vígd pør, hvørki hinskynd ella samkynd, kunna signast í kirkjuni.

 

Kirkjuráðsval var á heysti í 2017, og í januar og februar í ár hevur bispur ferðast runt at vitjað kirkjuráðini. Millum annað hevur hann spurt tey, um tey stuðla avgerð hansara at geva tænastuboð. Tilmælið hjá biskupi fekk dygga undirtøku og varð staðfest við sannførandi meiriluta, sigur bispur.

- Tænastuboðini, ið sóknarprestarnir fingu við atliti at signing av borgarligari giftu tann 28. juni 2017, verða framvegis galdandi. Serstaka kirkjuliga tænastan at signa borgarliga gift pør steðga, skrivar bispur á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni.