Økismenningarbólkurin havt fyrsta fundin

Týsdagin hevði økismenningarbólkurin sín fyrsta fund og bólkurin hitti eisini Høgna Hoydal, landsstýrismann. Bólkurin hevur greiðan arbeiðssetning og skal m.a. gera ítøkilig tilmæli til økismenningarpolitikk. Longu 2. oktober skal bólkurin leggja úrslit síni fram

Høvuðsstaðurin er í vøkstri, meðan onnur øki í landinum standa í stað ella uppliva fráflyting.

Hvussu eru umstøðurnar hjá útjaðaranum og hvat kann gerast fyri at menna økini uttanfyri miðstaðarøkið.

Slíkir spurningar eru alt meira vanligir í gerandiskjakinum. Og undan seinasta løgtingsvali varð kjak um bygdamenning og nýggja hugtakið økismenning.

Sum úrslit av hesum varð fest í samgonguskjalið, at neyðugt var, at økini í útjaðaranum koma fyri seg aftur, eftir kreppuna.

Nýggi økismenningarbólkurin er úrslit av hesi gongd, men sum landsstýrismaðurin Høgni Hoydal nevndi eftir fundin við bólkin týsdagin, so hevur tað av ymsum orsøkum tikið nakað av tíð at fáa bólkin á beinini.


Stutta freist

Arbeiðssetningurin hjá bólkinum er greiður. Bólkurin skal viðgera støðuna og framtíðarútlitini fyri tey ymsu økini í landinum. Samanbera og lýsa fortreytirnar fyri at økini eru í framgongd ella afturgongd - vinnuliga, við fólkasamanseting, við mentanararbeiði o. ø. Bólkurin skal gera ítøkilig tilmæli til ein økismenningarpolitikk.

Longu tann 2. oktober skal bólkurin leggja sína metingar á borðið, so talan er um stutta freist. Umframt metingar og kunning, so var freistin nakað av tí, sum bólkur og landsstýrismaður røddu um týsdagin.

Høgni Hoydal ger í hesum sambandi vart við, at talan er ikki um, at bólkurin skal koma við stórfingnum bóklingi, men við eini frágreiðing, sum skal vera grundarlag fyri politiskum kjaki og aðalorðaskiftinum um evnið í heyst.

Høgni Hoydal er sannførdur um, at avrik bólksins fær stóran týdning fyri landspolitikkin í framtíðini.

Sjálvur metir Høgni Hoydal, at lyklaorð í kjakinum um økismenning er samstarv ístaðin fyri kapping. Hetta er t.d. galdandi millum kommunur. Eisini heldur hann, at neyðugt er at góðtaka høvuðsstaðin sum part av landinum, ið hevur ávísar uppgávur og skipanir, sum ein høvuðsstaður skal hava.


Stórt arbeiði - stutt tíð

Bogi Mortensen, vinnulívsmaður í Vági, er formaður í økismenningarbólkinum.

Hann sigur, at nú verður farið undir at gera støðulýsingar av størru økjunum uttanfyri miðstaðarøkið. Hetta á mongum økjum. Vinnuliga, mentanarliga og viðvíkjandi til- og fráflyting. Hagtøl skulu fáast til vega, men sum Bogi Mortensen vísir á, so er trupult at máta eittnú mentan. Tí er neyðugt at tosa við fólk á staðnum, gera lýsingar og skrivligar frágreiðingar.

Spurdur, um ætlanin er at leita eftir orsøkum til, at afturgongd er í ávísum økjum, sigur hann, at er tað so, at ein finnur orsøkina, so ber í hvussu er til at bera so í bandi, at tað sama ikki hendir aftur.

Bólkurin skal koma við ítøkiligum tilráðingum og Bogi Mortensen og limirnir í bólkinum eru samdir um, at fyri framman liggur stórt arbeiði, ið skal gerast upá stutta tíð, tí eisini summarfrítíðin skal havast í huga.

Økismenningarbólkurin er settur saman eftir ymsum fyritreytum, fakliga, vinnuliga og geografiskt.

Í bólkinum eru Dennis Holm, Olga Biskupstøð, Karl Vidtfeldt, Thurid Olsen, Annvør Jacobsen, Axel Nolsøe, Bogi Mortensen er formaður og skrivari er Suni á Dalbø.sta tímatal fyri koyrifrálæru. Bileftirlitið hevur nýliga sett eitt krav um minsta tímatal fyri koyrifrálæru til vanligan persónbil. Hetta er eisini í tráð við rákið uttan um okkum og seinast hava donsku myndugleikarnir í fjørvár sett fram krav um minsta tímatal fyri koyrifrálæru fyri allar koyrikortsbólkar.

Vit halda hetta vera eitt gott tiltak fyri at fáa frálæruna uppá eitt so einsháttað støði sum møguligt og vilja í eini nýggjari koyrikortskunngerð arbeiða fyri, at seta fram krav um minsta tímatal.


Royndarkoyrikort

Rættarnevndin hjá løgtinginum reisti spurningin um royndarkoyrikort, tá nevndin til endurskoðan av ferðslulógini var á fundi við Rættarnevndina.

Galdandi ferðslulóggáva § 18b, stk. 2, heimilar landsstýrinum at gera av, at koyrikort til bil ella motorsúkklu, fyrstu ferð, tað verður tikið, verður útgivið við 2 ára gildistíð, og at eigarin, áðrenn gildistíðin er farin, skal fáa eykalæru og taka nýggja roynd í serstøkum aksturførleika sum treyt fyri, at koyrikort við gildistíð sum ásett í stk. 1, 1. pkt., (til 70 ára aldur) kann verða latið.

Fleiri onnur, sum hava áhugað fyri ferðslutrygd, hava tikið undir við hugsanini um eitt royndarkoyrikort og sambært heimasíðuni hjá Løgtinginum, fekk Rættarnevndin áheitan frá læraranum í Mikladali, sum hevur búð nøkur ár í Luxembourg, um at virka fyri einum 2-ára royndarkoyrikorti, á sama hátt sum gjørt var t.d. í Luxembourg. Mær vitandi hava íslendingar somuleiðis hesa skipan og norðmenn geva eitt 2-ára royndarkoyrikort til tey, sum ikki enn hava staðið myrkakoyring.

Spurningarnir, sum eg meti hava týdning í hesum sambandi eru:


?skal nakað aldursmark vera fyri at geva eitt royndarkoyrikort, t.d. 25 ella 30 ára aldur,


?hvørji metingarstøði skulu liggja til grund fyri eykafrálæru og nýggjari koyriroynd, t.d. ? eitt av teimum brotum, sum sambært broyttu ferðslulógini, høvdu ført við sær treytaða frádøming av koyrirættindunum (promillukoyring, ferð og koyrimistak).

Tey sum enn ikki hava tikið skeið í myrkakoyring, tá koyrikort fyrstu ferð verður útgivið, skulu harumframt mótvegis Bileftirlitinum skjalprógva skeið í myrkakoyring, áðrenn koyrikort verður útskrivað til 70 ára aldur.


Samanumtøka

Eg byrjaði við spurninginum, um vit í framtíðini fáa eitt betri koyrikort?

Tey teknisku tiltøk, sum ætlanin er fremja í nýggju koyrikortskunngerðini, eru eitt gott stig á vegnum, men tað er ongin ivi um, at skal 0-hugsjónin hava ein møguleika fyri at eydnast, so sleppast kann undan meiningsleysu vanlukkunum í ferðsluni, so mugu vit øll, sum á ein ella annan hátt eru partar av tilgongdini, taka í egnan barm og tora at rannsaka okkum sjálvi, um vit kunnu gera okkara arbeiði øðrvísi og betur, fyri at røkka málsetninginum.

Fyrrenn unga fólkið hevur fingið ein sunnan hugburð um ferðslutrygd og um hvussu ein eigur at bera seg at í ferðsluni og úrslitið er 0 deyður í ferðsluni, er málið ikki rokkið.


Tórshavn, hin 27. mai 2000

Jákup Jacobsen, stjóri

Bileftirlit Føroyal brot á stýrisskipanarlógina fáa tær neyðugu avleiðingarnar, sum fyriskrivað er. Tað kunna vit væl saktans ikki verða ósamdir um. Men hetta málið hevur jú verið og vent í landsstýrismálanevndini, og tá ið teir ikki hava hildið hetta málið verið brot á galdandi lógir, so kunna tingmenn, í útgangspunktinum, ikki fyrihalda seg øðrvísi enn teir hava gjørt, nevniliga at góðtaka tað sum nevndin varð fullsamd um, vælsaktans og vónandi, eftir at hon hevði kannað málið til botns. Soleiðis er hin politiska skipanin nú einaferð. At tú so seinri hevur bílagt eitt svarð frá einum ella øðrum donskum gummijuristi, tað er so eitt annað mál, og tað hevur ivaleyst eisini givið kassa 1 á Fiskimannafelagnum nakrar økonomiskar skavankir. Men hvat tað skal brúkast til, tað veit eg líka so lítið sum nakar annar, og mín støða til málið kann ongan áhuga hava, tá ið eg bara eri ein av 45.000 vanligum føroyingum, sum ikki finni meg í, at verða pilkaður út úr rúgvuni, av Óla Jacobsen, fyri at svara uppá eitthvørt, tá ið hesi undarligu herðindini royta hann upp í eitt slag av politiskari ekstasu. Kanska hevði tað verið vert at roynt eina rættarsak í hesum máli, Fiskimannafelagið vs. Føroya Landsstýri. Men hondina á hjartað, Óli, hetta málið hjá Signari líkist ikki hesari kastibløkuni hjá tær, tá ið løgtingsgrannskoðararnir í niðurstøðuni, í roknskapinum fyri Sjónvarp Føroya, beinleiðis staðfestu, at stýrisskipanarlógin var brotin. Og hví gjørdi tú ikki okkurt við málið um Yrkisráðið, tá ið tú var løgtingsmaður, og fyri alt tað, tá ið tú, enntá, var landsstýrismaður, í tveimum skiftum, í seinasta løgtingsskeiði(?)


Rúna Sivertsen hevur sett Óla Jacobsen skák í mát

Nú veit eg ikki um tað er ein óskrivað sátt ímillum politikkarar, ikki at svarða Óla Jacobsen aftur. Okkurt bendir á at so er, tí sjaldan kemur hetta fyri. Eingin orkar og tímir hesa verbalu marathonskrivingina, ið sjaldan endar við øðrum, enn eini fullkomnari oyðimarkargongd. Tó síggi eg nú, at Rúna Sivertsen, tingkvinna, hevur sett formannin, meiri ella minni, skák í mát, í Dagblaðnum, - av øllum. Úr sínum uppvøkstri og úr fyritakssama umhvørvinum har norðuri, kennir hon viðurskiftini hjá føroyska sjófólkinum, betur enn tey flestu, so hetta sær ikki so lítið spennandi út. Tá ið nú Rúna hevur innstillað kanónirnar, man tað verða tí, at hon ætlar at stilla upp ímóti Óla, til formansvalið seinri í ár, okkurt er undir uppsigling, tað frættist nú ymsastaðni í fiskimannaumhvørvinum, og nógva ónøgdin, í skýmaskotunum, bendir á eitt skiftið, sum kemur óvæntað á tey flestu. Ja, hví ikki eina forkvinnu í Føroya Fiskimannafelag. Rúna hevur í hvussu er, víðskygdari sosialar hugsanir enn núverðandi formaðurin, tá ið hon rør uppundir eftirlønarskipanir et cetera. Illar tungur vilja verða við, at formaðurin er einasti limur felagsins, sum hevur eina slíka, men kanska er hon so kostnaðarmikil fyri felagið, at ráð ikki eru til so nógv annað. Hetta verða míni seinastu orð í hesum málið. Um formaðurin hjá føroyskum fiskimonnum, fremsti ófrælsis-tænari føroyinga, sponsoreraður av sínum góðvarnu limum, so heldur fram til dómadags, og líkamikið hvussu grovur og perfidur hann annars verður, so fær hann einki svarð aftur hiðani. Over and out.


Tórbjørn Jacobsen