Kiss

So fór Kiss inn um gylta liðið. Eitt virkið og innihaldsríkt lív er at enda komið. Seinasta tíðin var merkt av andróðri, - løðingarnar gingu undan og lívsmegin fjaraði.
Kristian Henry Samuelsen stóð á dópsseðlinum. Seinni tók húskið sær eftirnavnið Linklett, ið kemst av tilknýti pápans til Skálatoftir. Har er klettur í fjøruni, ið eitur so. Kiss varð føddur í Klaksvík á hásumri í 1930. Har, hann var føddur, vaks hann upp saman við yngra beiggjanum Sverra, ið doyði fyri mongum árum síðani. Heimið lá niðri við sjóvarmálan norðalaga á Stongunum. 30árini vóru í mangar mátar ein tronglig tíð um okkara leiðir. Í Før­oy­um búðu um hetta mund­ið út ímóti 24.200 fólk. 1409 vóru klaksvíkingar. Fiska­prís­irnir vóru í botni, og vinnulívið skinklaði í grót og grund. Úrtøkan hjá vanliga føroyinginum var so gott sum eingin. Okkara gomlu marknaðarlond kríggjaðust, - Italia niðri í Afrika og í Spania herjaði borgarakríggj. Tað bøtti ikki um korini hjá fiskaútflytarunum. Frá hesi tíðini er tíðarmyndin, at flestu keypmenn høvdu pípu­tubbak standandi á hand­ils­skivuni, so pípuroykjarar kundu stappað sær ókeypis í pípuna. Tá tíðirnar versnaðu, hvarv tubbaksdósin og við henni teir tíðindafróðu pípu­roykjararnir uttan fyri handilsdiskin. Norðingar minn­ast enn, at eingin grind legði beinini millum 1915 – 1931.
Hetta árið varð bygdin eisini hart rakt, tí klaks­víks­skonn­artin Ernestina fór á land undir Selvogsbjørgunum í Íslandi í ódnarveðri, og fleiri av manningini sjólótust. Annað at dragast við hesa tíðina var havhestasjúkan, ið beindi fyri stórthundrað burðardyggum kvinnum. Samanumtikið ein ótespilig tíð. Men í vøgguni lá ikki eitt barn, ið merkti nakað til hesi óunnilig kor. Hann fekk skemtið og skálkabrosið í vøggugávu.
Kiss kenna vit best sum skemtaran og tann, ið næstan fekk steinarnar at flenna. Skemtilyndið fylgdi honum heilt til tað allarseinasta. Hann hevði hetta fram um so mong onnur - at lofta ger­andisgongdini og við skálka­broddi mangan at fáa okkurt “aftrat” burturúr. Fólk, tú ongantíð hevði kent ella sæð, og sum farin vóru av verðini, blásti hann lív aftur í og gjørdi liv­andi. Við andlitskeipum og av­skeplaðari rødd kundi hann herma og undirhalda, meðan vit í látri vórðu tikin við inn í løtuna.
Í bókini “Bóltspøl millum Klakk & Kjøl” hjá Árna Dahl, lesa vit, at Kiss er á KÍ- liðnum í nøkur ár. Sítt virkna lív var Kiss fjarritari við trolara, millum annað Sjúrðarbergi, og í skiftum við ferðamannaskipinum Tjaldr­inum hjá Skipafelagnum. Sum so mangur annar, sakn­aði hann heima- og familjulívið og fekk seinni høvi at seta av á Klaksvíkar Sjómannsskúla, har hann var síni seinastu virknu arbeiðsár og undirvísti.
Havi mangan hugsað, - hvat var Kiss uttan Adelborg? Eg havi einki boð uppá tað. Gentan úr Sundalagnum, yngst í stórum faðirleysum systkinnaflokki, gjørdist hansara trúfasti klettur í heili 57 ár. Ung hittust tey. Hon, Signhild Adelborg Ras­mussen av Norðskála, var so ovurhugað at búseta seg í heimbygdini, men Kiss kundi ikki lata hana avgera tað. Bara ikki tað! Alt annað, men ikki tað. Og hann slapp at ráða. “Og síðani tá hevur hon sett dagskránna,” plagdi hann so “skáltaligur” at taka til. Tað er tað helst nakað um. Tí Kiss var har, hon var. Hann elti hana og var bæði á palli og filmi saman við henni, og honum dámdi tað serliga væl.
Hjúnini settu við tríggjar dreingir. Elstur Jógvan, ið vit minnast sum kringa og knáa málmannin í KÍ sein­ast í sjeytiárunum. Síð­ani fylgdi Bent Tommy, ið nú er “havnarmaður” og sein­astur Bogi, ið býr og virkar í Kjøpinhavn. Heimið á Skálta­vegi 3 hevur verið framúr í øllum lívsins viðurskiftum. Har hava gist hjá Adelborg og Kiss allar møguligar natiónir av sjónleikarum, vinum og kenningum. Tey tóku hond um og rukku so ófatliga langt við teirra vinarligu framferð og gestablídni. Tað kravdi “sín mann” at skilja allar tær arbeiðsuppgávur, Adelborg setti sær fyri. Hon vandi og spældi ikki bara, - hon gjørdi mangan pallsmíð og seymaði búnar og sat uppi langt út á næturnar, samstundis sum hon í fleiri ár arbeiddi í heimahjálpini og rætti Norðoya Heimavirki eina hjálpandi hond í handli­num.
Eftir Kiss liggja nógv skemti­lig minnir. Eingin keddi seg eina einastu løtu, var hann til staðar. Tað var so mangt, hann fekk vent á høvdið og sligið upp í glens.
Kiss hevði stóra umsorgan fyri sínum, ikki um at tala abba- og langabbabørnunum. Elsti langabbasonurin eit­ur eftir honum. Saman við Adel­borg dugdi tey so ser­liga væl við teim ungu og børnunum. Tað vóru altíð fryntligar løtur, tey upplivdu saman við Kiss og Adelborg, á Skáltavegnum sum við Norðskála.
Vit unna tær hvíld eftir harðan andróður seinastu tvey árini. Minnast teg fara vit og at sakna søgurnar, skemtið og skálkabrosini.
Ein savnandi býarmynd er farin og tómleiki ræður. Adelborg góða, nú verður tóm­ligt á brúnni. Ynski tykk­um øllum eitt ljóst og gott vár.
-----
Poulina Slættanes