Kjølar Kafé á Margarinfabrikkini

Avlýsta kafékvøldið við Jens Marna Hansen og Mikkjal Hvannastein í Margarinfabrikkni fer nú endiliga av bakkastokki. Kvøldið skuldi upprunaliga verða hóskvøldið 25. august, men nakrar dagar áðrenn hetta, hendi stórur vatnskaði á Margarinfabrikkini. So tiltakið varð avlýst. Nú hóskvøldið verður tiltakið so í umvældu Margarinfabrikkini.


Bæði Jens Marni og Mikkjal hava fyrr spælt gittar í Kjølum, og eru báðir framúr gittarleikarar. Í løtuni er Jens Marni virkin í nokk Føroya besta dansibólki Showmonnum, og Mikkjal spælir í nógvum ymiskum samanhangum. M.a. var hann innstillaður til heiðurin sum besti gittarleikari til AME virðislønirnar.Á kafékvøldinum fara teir at borðreiða við góðum og hugnaligum kafé tónleiki, og hvør veit um okkurt Kjølar hitt ikki snýkir seg inn í millum løgini