KJ við rullandi eindum á Hjalla í Havn  

KJ Hydraulik, sum hevur sítt høvuðssæti á Kambsdali, hevur eisini eina stóra deild á Skarðshjalla í Havn.

 

 

Jan B. Sørensen er deildarleiðari hjá KJ á Hjalla, og Viggo Johannesen er annar av tveimum stjórum í KJ Mynd: Álvur Haraldsen

Herfyri hittu vit Viggo Johannesen, sum saman við Ólavi Asafsson Olsen er stjóri í KJ, og vit hittu eisini Jan B. Sørensen, deildarleiðara hjá KJ á Hjalla.

 

- Vit eru ein stór fyritøka við tilsamans 140 fólkum, harav 28 fólk eru á deildini á Hjalla, her KJ hevur sínar rullandi eindir við gravmaskinum, bilum, trukkum og lyftum.

Viggo Johannesen vísir á, at tað serliga er entreprenørvinnan og byggivinnan, sum spyrja eftir gravmaskinunum og lyftunum.  

KJ er størsti veitari í Føroyum av gaffiltrukkum, men kortini telur hesin parturin av virkseminum á Hjalla í dag minni enn 20 prosent av umsetninginum.

- Hetta er ikki tí, at sølan av gaffiltrukkum er minkað, men tí, at sølan av eitt nú entreprenørmaskinum, bilum til kavarudding og lyftum er vaksin so nógv.

Stjórin og deildarleiðarin siga, at KJ á Hjalla hevur gravmaskinur – heilt úr teimum smæstu til maskinur á eini 70 tons, og hetta eru alt maskinur í dygdarmerkjum, sum eitt nú Takeuchi, Hyundai, Komatsu, JCB og Manitou.

Trukkarnir eru av merkinum, Linde.  

KJ hevur selt fleiri bilar við plógv til kavarudding, og tað eru eisini fleiri kommunur, sum hava útvegað sær slíkar til kavarudding og salting av kommunalum vegum. 

- Bilar við plógv fást eitt nú í merkjunum, Hilltip og Epoke, har fyrra merkið bæði hevur plógv og saltstroyara, meðan hitt seinna bara hevur saltstroyara.  

Deildarleiðarin, Jan B. Sørensen, vísir á, at lyftirnar, sum KJ selur, eitt nú eru av dygdarmerkinum, Manitou, og her er tað serliga entreprenørvinnan og byggivinnan sum keypa.

- Viðskiftafólk eru vælkomin at venda sær til okkara, og vit vilja altíð vera góðir í ráðum til tann tørv, sum viðskiftafólk spyrja eftir, sigur deildarleiðarin hjá KJ á Hjalla.

 

##med2##

 

 

 

Jan B. Sørensen er deildarleiðari hjá KJ á Hjalla, og Viggo Johannesen er annar av tveimum stjórum í KJ Mynd: Álvur Haraldsen

KJ hevur gravmaskinur – heilt úr teimum smæstu til maskinur á eini 70 tons.