Kjak um arbeiðsmarknaðin

Komandi tveir mikudagarnar skipar Fakfelagssamstarvið fyri politiskum kjaki um almenna arbeiðsmarknaðin.

Komandi tveir mikudagarnar skipar Fakfelagssamstarvið fyri politiskum kjaki um almenna arbeiðsmarknaðin. Í hvørjari sending verður kjak um trý evni millum umboð fyri allar politisku flokkarnar. Dánjal Højgaard er vertur. 

Hvat er ein góður skattapolitikkur? Hví veksur ójavnin í samfelagnum, og kunnu vit venda gongdini? Og hvussu tryggja vit okkum, at vit hava eftirlønarskipanir, ið eru haldførar og rættvísar? Hetta eru tey trý evnini, sum Fakfelagssamstarvið, spyr umboð fyri politisku flokkarnar um komandi mikudag kl. 15:00 – 17:00 á Rás 2.

Ivast tú í, hvørjum tú skal atkvøða fyri, ella kundi tú bara hugsað tær at fingið skil á, hvat politisku flokkarnir reint faktiskt meina og ætla at gera – so er endiliga at lurta. 

Mikudagin 19. august snýr kjakið seg um lønir og løntakarar. Her verða evni sum eftirløn, ójavnin í samfelagnum og skattapolitikkur viðgjørd.

Mikudagin 26. august er yvirskriftin Vælferð og tað almenna. Tá snýr kjakið seg um effektivisering og tað almenna, privatisering og útveiting og sálarligt arbeiðsumhvørvi.

Fakfelagssamstarvið er eitt samstarv millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Starvsmannafelagið.