Evnini eru tvinni, sum fylla nógv millum mannað og í miðlunum: abortmálið og fíggjarligu støðuna. Hetta seinna evnið fer bæði at snúgva seg um blokkstuðulin, tilfeingisgjøld og fíggjarstøðuna hjá okkum øllum.
Kjakið er skipað í tveimum, umboð fyri allar politisku flokkarnar eru við og tiltakið verður stroymt beinleiðis á Facebook og givið út sum poddvarp seinni.
Hetta er fjórða ferðin, at Frihedsbrevet skipar fyri Val á veg í Reinsarínum. Hini tiltøkini hava øll verið bæði lívlig og væl vitjað.
Val á veg verður leygarkvøldið 21. mars klokkan 20.00.
Barbara Holm og Jan Lamhauge eru vertir.
Øll eru vælkomin.
##med2##
##med3##












