Kjarnorkan skal fleirfaldast

Skal hugsingur verða um at røkka málunum fyri reinari orkuframleiðslu, skal tann parturin av orku, sum kemur frá kjarnorku, fleirfaldast. Tað er niðurstøðan í eini frágreiðing, sum europiski felagsskapurin fyri kjarnorkuframleiðarar - European Nuclear Society - legði fram á einum seminari á COP15 í dag.

ENS, sum felagsskapurin nevnir seg, stendur heldur ikki einsamallur í hesi meting. Eisini altjóða felagsskapurin fyri orkuframleiðarar sigur, at kjarnorka má standa ovarliga á breddanum, um grønari orkuframleiðsla skal røkkast.

- Í dag eru vind-, vatn, bio- og sólorka millum alternativini, men skal framleiðslan verða nóg stór, samstundis sum hon er fíggjarliga burðardygg, er neyðugt, at kjarnorkuframleiðslan verður fleirfaldað, verður sagt í frágreiðingini.

Framskrivingar siga, at kjarnorka í 2050 fer at standa fyri 1.250 Gigawatt av altjóða orkuframleiðsluni. Í dag er talið 370 Gigawatt.