Tíðindini stóðu í mánaðarblaðnum Time, sum kom út í gjár. Sambært blaðnum hevði bumban eina spreingimegi, sum svarar til 10.000 tons av TNT og var stolin úr einari goymslu hjá russiska herinum.
Time skrivar, at nakrir fáir embætismenn vórðu kunnaðir um bumbuna, og avgjørt varð alt halda málið loyviligt fyri ikki at órógva fólkið í New York. Upplýsingarnar um bumbuna fingu amerikanararnir frá einari ónevndari keldu, men embætismenninir vóru ikki heilt vísir í, hvussu álítandi keldan var.
Serfrøðingar siga við Time, at hevði ein 10 kilotons bumba brostið á Manhattan, kundi hon kravt eini 100.000 mannalív, og umleið 700.000 onnur høvdu fingið skaða av teimum geiðslavirknu strálunum.
Amerikanska kjarnorkubumban, sum oyðilegði japanska býin Hiroshima í 1945, var 12,5 kilotons.