Leygardagin spældi liðið hjá Kjartani Johansen, Fyllingen Bergen fyrru fjórðingsfinaluna í evropeisku Challenge Cup kappingini ímóti rumenska liðnum, Potaissa Turda.
Leingi sá væl út hjá Fyllingen Bergen at fáa eitt líkindi úrslit við sær til Bergen aftur, og tá bert 10 minuttir vóru eftir var støðan javnleikur 21-21. Men seinastu løtuna gekk ikki væl í hond, og heimaliðið Potaissa Turda vann at enda 29-24. Í steðginum var heimaliðið á odda 12-11.
Returdysturin verður í Framo-høllini í Fyllingen 2. páskadag.
Kjartan Johansen sum hevur skotið fitt av málum fyri Fyllingen Bergen seinastu dystirnar fekk eitt mál fyri Fyllingen Bergen hesaferð.
Andreas Gjeitrem, venjari hjá Fyllingen Bergen sigur við lokalar miðlar í Bergen, at hann hevur góðar vónir um, at liðið kann heinta inn fimmmálsleiðsluna hjá rumenska liðnum 2. páskadag.