Kjartan Johansen og Helgi H. Hoydal vóru sera eyðsýndir í grannauppgerðini sum lið teirra, Viking Stavanger spældi móti Sandnes á útivølli.
Kjartan skoraði seks mál og Helgi skoraði fimm mál, og teir kundu saman við liðfeløgunum stórfegnast tá tað eydnaðist við fáum sekundum eftir at tryggja Viking Stavanger tvey stig við einum harðvunnum 26-25 sigri.
Sandnes gav Viking ein skarpan gang, og í steðginum var Sandnes á odda 14-12. Seinastu løtuna var ongantíð meir enn eitt mál á muni, men føroyingaliðið hevði ís í maganum, og megnaði at toga sigurin heim.
VIking Stavanger hevur nú 16 stig fyri átta dystir, og hevur enn fullan pott. Komandi sunnudag klokkan 16.30 spælir Viking Stavanger oddauppgerð á heimavølli móti Fjellhammer, ið hevur 13 stig fyri átta dystir.
Støðan (handball.no) :
1 | Viking Stavanger | 8 | 16 |
2 | Fjellhammer | 8 | 13 |
3 | Nøtterøy Håndball | 8 | 11 |
4 | Falk Horten | 8 | 11 |
5 | Kristiansand Topphåndball | 8 | 10 |
6 | Sandefjord Håndball | 8 | 8 |
7 | Viking TIF | 8 | 7 |
8 | Sandnes | 8 | 6 |
9 | Lillestrøm TH | 8 | 6 |
10 | Charlottenlund | 8 | 4 |
11 | LFH09 | 8 | 2 |
12 | Bodø HK | 8 | 2 |