Kjartan og liðfelagarnir røkka ikki endaspælinum

Bækkelaget var fyri stórtapi í kvøld

Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Bækkelaget spældu í kvøld útidyst í bestu norsku hondbóltsdeildini móti Runar Sandefjord.

 

Runar vann stórsigur 41-27. Í steðginum var Runar á odda 16-11.

 

Kjartan skoraði eitt mál, og legði upp til trý mál í kvøld. 

 

Bækkelaget liggur á einum 10. plássi í deildini við 14 stigum. Bækkelaget hevur fýra stig upp til nummar átta, Kristiansand nú bert tveir dystir eru eftir at leika í grundspælinum. 

 

Tí er møguleikin hjá Bækkelaget at røkka áttanda plássinum, og harvið endaspælinum ógvuliga lítil. Bækkelaget hevur eisini væl verri málmun enn liðini sum liggja á einum endaspælsplássi nú.