Landsliðsleikarin, Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Bækkelaget spældu í dag týðandi dyst á útivølli móti Fjellhammer í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Undan dagsins dysti høvdu liðini 13 stig hvør.
Tað eydnaðist Bækkelaget at vinna stórsigur 38-25. Í steðginum var Bækkelaget á odda 19-12.
Bækkelaget er nú nummar 10 í deildini við 15 stigum. Fjellhammer er nummar 12 og triðaftast í deildini við 13 stigum. Liðið sum endar aftast flytur beinleiðis niður í næstbestu deildina. Liðini sum enda næst- og triðaftast skulu Play Off dystir um at sleppa undan niðurflyting.
Tað gekk væl hjá Kjartani í dag, ið skoraði fimm mál, legði upp til fýra mál og vann liðnum eitt brotskast.
Í morgin klokkan 17 verður føroyingauppgerð í Bergen. Tá tekur liðið hjá landsliðsmálverjanum, Nicholas Satchwell, Viking TIF móti liðnum hjá Helga H. Hoydal, Bjarna í Selvindi og Tróndi Mikkelsen, Kristiansand. Viking er aftast við fimm stigum, og Kristiansand er næstaftast við sjey stigum. So nógv stendur upp á spæl í hesum dystinum.
Komandi fríggjakvøld klokkan 18.30 tekur Bækkelaget móti Haslum á heimavølli. Haslum er fjórðaftast í deildini við 13 stigum, so her hevur Bækkelaget góðan møguleika at vinna triðja sigurin á rað.