Kjartan var toppskjútti hjá Vendsyssel

Vendsyssel misti sigurin í seinasta sekundinum

Undan dagsins dysti í næstbestu donsku hondbóltsdeildini høvdu Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Vendsyssel tapt sjey dystir á rað.

 

Í dag eydnaðist tað loksins Vendsyssel at fáa stig, men teir hjá Vendsyssel munnu iðra seg, tí heimaliðið TIK Taastrup javnaði til 30-30 í seinasta sekundinum av dystinum, tá Emil Bramming setti eitt brotskast í netið. Í steðginum var Vendsyssel á odda 18-17. 

 

Tað gekk tó væl hjá Kjartani, ið var toppskjútti hjá Vendsyssel við sjey málum. 

 

Vendsyssel er fjórðaftast í deildini við 13 stigum. Teir eru seks stig frammanfyri júst TIK Taastrup, ið hevur sjey stig.

 

Leygardagin klokkan 14 verður føroyingauppgerð, tá Vendsyssel fær vitjan av liðnum hjá Leivi Mortensen og Jónasi G. Djurhuus, HC Keypmannahavn.