Kjósin úr Kollafirði vann fyrsta róðurin

5-mannafør gentur 14 – 16 ár: Tríggir bátar hjá Havnar Róðrarfelag kappaðust um næstfremsta plássið

Eingin barnaróður er á norðoyastevnu, og nú klokkan 15 var fyrsti róður nakrantíð í nýggju kappingini, sum er millum gentur 14 – 16 ára gamlar.

 

Fyrsti bátur á mál ver Kjósin úr Kollafirði. Hann róði undir Kósabrúnni og var klárt nummar eitt. Malunarhav úr Fuglafirði var væl við í startinum, men tað var skjótt, at kappingin um næstfremsta plássið var millum teir tríggjar bátarnar hjá Havnar Róðrarfelag – Drekan, Ingibjørg og Títling.

 

1 Kjósin

 

2 Títlingur

 

3 Drekin

 

4 Ingibjørg

 

5 Malunarhav

 

6 Spógvin

 

7 Beinta

 

8 Ternan