Skulu havnarfólk hava eina rundkoyring ella eitt klókt ferðsluljós, sum tey kalla tað á fakmáli, krossinum við Eystara Ringveg og Hvítanesveg.
Tað er spurningurin, sum býráðið nú skal taka støðu til.
Á býráðsfundi hóskvøldið samtykti býráðið at brúka 200.000 krónur til at gera ferðslumetingar og kostnaðarmeting av málinum og tá ið tað er liðugt, skal málið aftur fyri býráðið.
Marin Katrina Frýdal, forkvinna í teknisku nevnd hjá býráðnum, vísti á, at ferðslukøn siga, at á vegamótum við so nógvari ferðslu, eru ferðsluljós besta loysnin, tí er ov tætt ímillum rundkoyringar á vegum við nógvari ferðslu, er ov stórur vandi fyri ferðsluproppum í trokingartíðunum.
Hon vísti eisini á, at hetta ferðsluljósini eru munandi bíligari enn rundkoyringar.
Men hon segði, at ferðsluljósið, ætlanin er at seta upp í krossinum við Eystara Ringveg og Hvítanesveg, er tað, tey rópa eitt klókt ferðsluljós.
Tað merkir, at tað verður bara sett til ávísar tíðir á degnum.
Eitt dømi er, at tað er sløkt ímillum klokkan 20 á kvøldið og sjey um morgunin og kanska frá klokkan níggju á morgni til klokkan 15 seinnapartin.
Hetta er fyri at forða fyri óneyðugari bíðitíð, tá ið bilar noyðast at steðga fyri reyðum, hóast ongin annar bilur annars er nær í námind av krossinum.
Tá ið ferðsluljósið er sløkt, er vanlig víkiskylda galdandi.
Býráðið hevur sett 1,5 millión av til ferðsluljós á krossinum við Eystara Ringveg og Hvítanesvegin.
Býráðslimir í andstøðuni mæltu til at halda fast um ætlanina, sum hevur býráðið hevur havt í fleiri ár um at gera eina rundkoyring ístaðin fyri ferðsluljós.
Jan Christiansen sigur, at tað er rætt, at ferðsluserfrøðingarnir hjá kommununi siga, at í tíðarbilum við nógvari ferðslu, er ferðsluljós betri enn rundkoyring akkurát í hesum krossinum.
- Men tað merkir bara, at ferðsluljósið er betri akkurát rundan um klokkan átta á morgni. Allar hinar 23 tímarnar og 50 minuttirnar um samdøgurið, fær ein rundkoyring ferðsluna at ganga betri.
Hann vísir eisini á, at kanningar í Danmark vísa, at tað er nettupp í krossum við ferðsluljósum, at tær álvarsligastu ferðsluvanlukkurnar henda og at rundkoyringar eru tað besta fyri trygdina, tí tær tvinga bilførarar at taka ferðina av bilinum.
Myndin er av umrødda vegamóti og spurningurin er, um tað fer at standa ein rundkoyring ella eitt ferðsluljós har um eina tíð.