Klókir kollfirðingar

Ungu kollfirðingarnir hugsaðu bæði meira, betri og skjótari enn hoyvíkingarnir, sum við óvæntaða tapinum mistu týðandi fet í oddastríðnum

Hondbóltur

Tann klóki lumpar tann minni klóka. Soleiðis søgdu Grimm-brøðurnir í einum av fablum sínum, og tað er eisini ein veruleiki, sum ofta er staðfestur í ítróttarhøpi. Seinasta dømi um hetta var sunnudagin, tá oddaliðið, H71, tók móti, sum fyri tað mesta hevur riðið hampuliga lágt higartil í kappingarárinum.

Óklókir hoyvíkingar
Í øllum førum kann staðfestast, at tað var ikki so øgiliga klókt hjá hoyvíkingunum at taka nakað lætt upp á uppgávuna. Ivaleyst hevur tað verið ótilvitað, at so varð, men tað hevur ferð eftir ferð verið prógvað, at hetta sjáldan lønar seg.
Og svarið frá kollfirðingum kom eisini alt fyri eitt. So skjótt, sum dysturin byrjaði, togaðu kollfirðingarnir seg avstað, og tó at H71 royndi, so gekst illa at fáa fatur á mótstøðuni aftur. Ikki minst, tí KÍF veruliga hevði sett sær fyri at taka av møguleikanum, tá hesin beyðst.
Við verjuspæli, sum einamest hevði til endamáls at halda stóru skjúttunum hjá H71 í góðari fjarstøðu, eydnaðist teimum á fyrimyndarligan hátt at avmarka hesa hóttanina hjá vertunum, og tá hoyvíkingar hvørki høvdu hugflog ella evni til at spæla tunt, ella til at skapa nakrar yvirgongdir, kundu kollfirðingarnir soleiðis alla tíðina halda mótstøðuni í skák. Størsti spurningurin í so máta tóktist vera, hvørt KÍF kundi spæla allan dystin við verjuni somikið langt úti.
Ein lítla løtu eftir steðgin tóktist tó, sum komu hoyvíkingarnir aftur. Ivaleyst høvdu teir nýtt steðgin til at tosa um tingini. Sletta nakað av køldum vatni í blóðið og annars semjast um, at enn kundi dysturin vinnast.
Og hetta sá eisini út til at halda. Roynt varð nakrar ferðir at spæla tunt, og hetta førdi skjótt við sær, at verjan hjá KÍF noyddist nakað longur inn, soleiðis at hon nú gjørdist ein 5-1. Við altíð stríðsfúsna Jóan Paula Olsen sum eittara, gjørdi hetta tó ikki uppgávuna stórt lættari hjá H71.
Og so hoyrir tað eisini við til søguna, at hoyvíkingarnir enn einaferð fullkomuliga megnaðu at missa høvdið. Hetta longu tá einir tíggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Teir høvdu annars vunnið KÍF aftur, og fleiri ferðir stóð á jøvnum á talvuni. Men tað var, sum um rapaði korthúsið, tá KÍF skeyt seg upp á 22-20. Hoyvíkingarnir royndu framvegis at stríðast, men eftir hetta komu teir ongantíð veruliga í nánd av mótstøðuni. Ferð eftir ferð endaðu hálvhjartaðar royndir hjá H71 við kontra til KÍF, og so var Jóan Pauli aloftast kvikur avstað. At KÍF seinastu løtuna økti úr 29-27 í endastøðuni, 34-28, sigur helst eisini tað mesta um, at tá hevði H71 givið upp.

Eitt spennandi lið
Hóast tað soleiðis á ein hátt var mest sum av egnum ávum, at hoyvíkingarnir soleiðis snávaðu, so skal einki takast frá kollfirðingum av teirri orsøk.
Við seks stigum higartil hevur liðið longu nú gjørt flestu spádómum ? m.a. hjá yvirritaða blaðmanni ? fyri skommum. Hóast talan er um einstakar veteranar, so er sum heild talan um ein sera ungan hóp, har flestu av leikarunum tykjast vera í eini áhaldandi menning. Sjálvsagt er talan um liðspæl, men tað slepst tó illa undan at nevna teir báðar, Regin Petersen og Gert Hansen. Regin var saman við Mirko Milenkvic arkitekturin handan tað mesta av tí, sum KÍF framdi, og á strikuni tykist Gert nærkast alt meira eini møguligari landsliðsúttøku. Og so eigur Jaspur Joensen, sum fyri tað nógva hevur vart KÍF-málið í ár, eisini rós. Ikki tí hann hevði so nógvar fantastiskar bjargingar, men hann dugur at standa har, sum hann skal standa, og so fekk hann fatur á nógvum, hóast tað ikki altíð sá út av so nógvum. Tað er jú eisini eitt kynstur hjá einum málverja.
Hjá H71 mundi dysturin meira enn nakað undirstrikað, at einki kemur av sær sjálvum. Tað var ein áminning til leikararnar um, at verandi støðan er íkomin, tí allir hava stríðst í felag til hvørja einastu uppgávu, og at hetta framhaldandi er neyðugt, um góða støðan skal varðveitast.
Samstundis slepst ikki undan at nevna, at dysturin sjónliga gav til kennar, hvussu stóran týdning Halgir Dahl Olesen hevur fyri liðið. Hesa ferð hevði hann ein reguleran off-dag, har hvørki skotstyrkin ella stríðsviljin vóru í nær námind av tí, sum tað vanliga er. Og tað var kanska størsti veikleikin við avrikinum hja H71 hesaferð.

Fakta um dystin
H71-KÍF 28-34 (12-15)
Málskjúttar
H71: Henrik Gerster 12(2), Piti Negru 4, Esbern Patursson 3, Kent Failstrup 2, Høgni Joensen 2, Halgir Dahl Olesen 2, Johnny Durhuus 2, Olaf Vestergaard 1
KÍF: Jóan Pauli Olsen 7, Regin Petersen 6, Gert Hansen 6(3), Arnbjørn Hansen 5, Teitur Joensen 5, Mirko Milenkvic 3, Rógvi Weihe 2
Brotskøst: H71 2, KÍF 4
Útvísingar: H71 1, KÍF 2
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen. Kundu væl lagt eina meira avgjørda og kontanta linju.