Klæmint er bara eitt mál frá metinum

Klæmint A. Olsen verður helst mest skorandi leikari í bestu føroysku fótbóltsdeildini innan stutta tíð

Klæmint A. Olsen kom á máltalvuna í 1-2 sigrinum hjá NSÍ á útivølli móti Víkingi í gjár, og NSÍ áleyparin er nú bara eitt mál frá at útjavna metið hjá Jákup á Borg sum mest skorandi leikari í bestu føroysku fótbóltsdeildini nakrantíð.

 

Jákup á Borg hevur sum nú er metið við 153 málum í bestu føroysku fótbóltsdeildini, meðan Klæmint A. Olsen higartil hevur skotið 152 mál. Tað er sannlíkt at Klæmint A. Olsen kann útjavna metið hjá Jákup á Borg longu í komandi umfarinum, tá NSÍ spælir ímóti 07 Vestur á heimavølli.

 

Klæmint A. Olsen hevur sambært FaroeSoccer higartil spælt 251 dystir í bestu føroysku fótbóltsdeildini, sum gevur honum eitt mál snitt á 0,61 pr dyst. Jákup á Borg spældi í sínari tíð 392 dystir, sum gav honum eitt mál snitt á 0,39 mál pr dyst.