Fleiri av úrslitunum í dag vóru ógvuliga óvæntað og harvið merkisverd. Suðringar vunnu á toppliðnum Víkingi, og 07 Vestur vann á B36, sum undan hesum umfarinum var næstfremst.
At Skála vann 2-1 við Margáir, og at tað endaði málleyst millum KÍ og HB var innanfyri tað, sum tað varð roknað við.
NSÍ var stórfavorittur á útivølli ímóti longu niðurflutta ÍF, og í Fuglafirði gekk tað soleiðis, sum tað varð roknað við.
NSÍ vann 2-0. Framrættaði Pól Jóhannus Justinussen, sum í vikuni skrivaði undir nýggjar tvey ára sáttmála við NSÍ, var tvífaldur málskjútti. Hann legði eftir innlegg og við stútara NSÍ framum longu í fjórða minutti, og hann økti til 2-0, tá ið tað restaði ein hálvur tími. Tað var enn einaferð eftir innlegg.
-Tað var góð kensla aftur at vinna, tí hetta var fyrsti sigurin hjá okkum, síðani vit vunnu steypafinaluna. Vit høvdu fleiri góðar møguleikar, og á einum góðum degi kundi eg sjálvur havt skorað eini trý mál, sigur NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen.
Sigurin ber við sær, at NSÍ er á fjórða plássi við 40 stigum. Tað eru fýra stig fram til B36, ið er á bronsuplássinum, og trý stig aftur til HB, sum er á fimta plássi.
KÍ-HB 0-0
Víkingur-Suðringar 2-3 (1-0)
ÍF-NSÍ 0-2 (0-1)
0-1: Pól Jóhannus Justinussen
0-2: pól Jóhannus Justinussen
Víkingur-Suðginar 2-3 (1-0)
1-0: Adeshina Lawal
1-1: Salmundur Bech
1-2: Stefan Radosavlevic
2-2: Hanus Jacobsen
2-3: Stefan Radosavlevic
EB/Streymur-Skála 1-2 (0-2)
0-1: Michal Przybylski
0-2: Michal Przybylski
1-2: Leif Niclasen
07 Vestur-B36 4-3 (3-2)
1-0: John Fredriksen
1-1: Benjamin Heinesen
2-1: Holgar Durhuus
2-2: Erlendur Magnusson
3-2: John Fredriksen
3-3: Meinhard E. Olsen
4-3: John Fredriksen
Støðan eftir 24 umfør
Víkingur 49
KÍ 45
B36 44
NSÍ 40
HB 37
Skála 29
Suðringar 28
EB/Streymur 26
07 Vestur 22
ÍF 9
25. umfar
Sunnudagin fyrsta oktober
ÍF-Víkingur
Skála-B36
07 Vestur-NSÍ
HB-EB/Streymur
Suðringar-KÍ