Er politiskur vilji til staðar, verður klárt at fara undir arbeiðið at gera nýggjan Hvalbiartunnil longu næsta ár.
Tað staðfestir Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki.
Hann sigur, at á fíggjarlógini í ár er peningur settur av til at projektera ein nýggjan Hvalbiartunnil fyri.
Tilsamans hevur Løgtingið sett tríggjar milliónir av á fíggjarlógini fyri í ár til at projektera ein nýggjan tunnil fyri
Og tað arbeiðið fer Landsverk undir í ár.
- Vit fara ígongd við at projektera ein nýggjan Hvalbiartunnil í ár, sigur Oyvindur Brimnes.
Hann sigur, at tað arbeiðið verður liðugt um ársskiftið.
- Á nýggjárinum vænta vit at vera komin heilt langt ávegis við einum projekti.
Men so er spurningurin bara um farið verður undir arbeiðið.
- Tað er alt treytað av, nær tað er politiskur vilji til at fara undir arbeiðið, sigur Oyvindur Brimnes.
Hann staðfestir, at næsta ár verður í øllum førum klárt at fara undir tunnilin, so veldst tað bara um politikararnir seta neyðuga peningin av til arbeiðið á fíggjarlógini fyri næsta ár.
Ein stór forðing
Hvalbiartunnilin er tann fyrsti tunnilin í Føroyum og hann varð tikin í nýtslu í 1963.
Tað hevur verið staðfest í nógv ár, at hann er alt annað enn tíðarhóskandi, tí hann er so lágur, at teir treylarar, bingjur og ferðafólkabussar, sum vanliga verða brúktir til flutning nú á døgum, ganga ikki ígjøgnum hann.
Hetta darvar tí umfatandi vinnuliga virkseminum í Hvalba ógvuliga illa. Eitt nú hava umboð fyri flakavirkið í Hvalba ført fram, at tað kostar virkinum fleiri hundrað túsund krónur eyka um árið at arbeiða fisk í Hvalba, tí fiskurin skal alla tíðina umskipast á smærri bilar fyri at ganga ígjøgnum tunnilin.
Teir eru eisini við at fáa trupulleikar við ES myndugleikar, tí teir fáa ikki flutt tann virkaða fiskin av virkinum í Hvalba uttan at bróta køliketuna, tí fiskurin skal umskipast.
Umboð fyri flakavirkið í Hvalba hava enntá ført fram, at tað er vandi fyri, at virkið í Hvalba má latast aftur, fæst ikki ein loysn á flutningstruplleikanum.