Klárt at flyta inn í fyrsta lyklakláru íbúðina í Suðuroy

ÍBÚÐARBYGGING Nú er klárt at flyta inn í fyrstu lyklakláru íbúðina í Suðuroy, men í næstum verða farið undir at byggja fleiri

Sunnudagin verður klárt at flyta inn í fyrstu lyklakláru húsini, sum verða bygd í Suðuroy.
Tað er Sven Roest, sum fyrr í ár fór undir at byggja lyklaklárar íbúðir á Heiðatrøðini í Suðuroy.
Fyrsta byggistig umfatar fimm íbúðir og tann fyrsta av teimum er nú liðug og eigarin, Bjarki Berg úr Hvalba, flytir inn sunnudagin ella mánadagin.
Eftir ætlan verður onnur íbúðin í hesum fyrsta byggistigi eisini liðug heilt skjót og gongst sum ætlað, verða hinar tríggjar lidnar í summar.
Seinni verður farið undir annað byggistig, men enn er ikki greitt, hvusu nógvar íbúðir, tað fevnir um ella, hvussu tað verður skipað.
Eitt, sum verður umhugsað, er at lata eitt sambýli verða ein partur av øðrum byggistigi.
Íbúðirnar eru púra klárar at flyta inn í, tí alt er liðugt, bæði innan og uttan og alt fylgir við, bæði køkur, allar hvítvørur og enntá eisini postkassin.
Íbúðirnar eru 98 fermetrar til støddar og hava køk og stovu í einum, trý kømur, gangur og baðiverilsi, alt hampuliga stórt og rúmligt.
Annars er ein lítil hemsur, við teknik- og goymslurúmi.
Íbúðirnar kosta 1,290.000 krónur at keypa og Sven Roest sigur, at nógvir fyrispurningar hava verið.
Í sambandi við byggingina er stórur dentur lagdur á at tær skulu vera so orkusparandi, sum gjørligt. Av tí sama hava tær flagtak, hitapumpu og gólvhita.
Seinnapartin í morgin, leygardagin, frá klokkan 13-17, ber til at síggja íbúðirnar.

Arbeiðstakarar
Teir arbeiðstakarar, ið hava verið uppi í byggingini fyri Sven Roest, eru:
Arkitektur: Albert Isfeld
EL: Sp/f SIMO
Málari: Martin í Nesi
HVS: Demich P/F
Útgrevstur: Páll Nilsen, GM-Flutningur og Sigurd Gudmundsson